Ein stór plakat við áskriftini "Putin - ein krígsbrotsmaður" hevur í dag hingið á einum festningi í býnum Narva í Estlandi.
Narva, sum er næst størsti býur í Estlandi, liggur beint við markið til Russlands.
Estiski miðilin Delfi Media veit at siga, at beint hinumegin Narvaánna liggur russiski festningurin, Ivangorod.
Her hildu russar í dag eina konsert til tess at minnast sigursdagin á Týsklandi undir seinna heimsbardaga.
Hetta sóu eisini estlendingar, og teirra "svar" upp á konsertina hinumegin markið var stóra plakatin, "Putin - ein krígsbrotsmaður".
- Nógv teir flestu íbúgvarnir í Narva í Estlandi hava russiskt sum sítt móðurmál, veit miðilin Delfi Media at siga í dag.