Eitt politiskt sniðálop á løgmann

Øvundsjúka og klandur trívast væl í Føroyum. Er friður eina løtu og einki er at klandrast og keglast um, so skulu einstaklingar og fjølmiðlar nokk syrgja fyri, at alt fer upp at gáka aftur. Málið millum løgmann og Tórbjørn Jacobsen er eitt dømi um hetta.

Tað var eitt mannminkandi politiskt sniðálop, tá ið Tórbjørn Jacobsen í eini grein gróv framaftur eina flyting, sum Anfinn Kallsberg løgmaður gjørdi fyri 20 árum síðani. Talan er um eina upphædd, sum Anfinn í árunum 1977-1982 flutti frá P/F Frostvirkinum til tvey partafeløg, har hann sjálvur var stjóri og partaeigari.
Sambært eini grein í Sosialinum endaði hendingin í sátt og semju í 1982, og hví í allari víðu verð skulu Tórbjørn og fjølmiðlarnir á ódámligan hátt gera so nógv burturúr eini hending, sum er farin fram og endaliga avgreidd fyri 20 árum síðani.
80 árini vóru serlig í Føroyum, og í 80 árunum bar alt til. Mangt fór fram í 80 árunum, sum ikki toldi dagsins ljós. Glansitíðin endaði við, at landið fór á húsagang og 5000 fólk máttu rýma frá húsi og heimi. Landið misti 100 tals milliónir, tí ivingarsom veðhald vórðu latin skipum og virkjum.
Seinni vóru vit vitni til sakarmál og ákærur ímóti persónum, sum møguliga høvdu yvirfíggjað nýggj skip, men eingin bleiv dømdur og mongu ákærurnar vórðu sleptar.
Dómarin segði í eina skipamálinum, at politiski myndugleikin var vitandi um, hvat fór fram í 80 árunum.
Hví skal so ein 20 ára gomul hending um eina flyting nú knappliga dragast framaftur í fjølmiðlunum? Hetta er ússaligt og mannminkandi ímóti okkara løgmanni.
Skilji púrt einki av hesum, tí síðani hendingina fyri 20 árum síðani hevur Anfinn Kallsberg bæði verið landsstýrismaður og løgmaður. Sambært meiningarkanningum vilja flestu føroyingar jú hava Anfinn sum løgmann, og í løgmansstarvinum hevur Anfinn verið bæði hampiligur og siðiligur.
Jú, tú skilir sjálvandi, at andstøðubløðini og andstøðupolikararnir brúka støðuna, tí tað er ein partur av politiska spælinum at fáa hálað teppið undan løgmanni og sjálv sleppa framat politisku leiðsluni í landinum.
Men nógv við mær halda eins og løgmaður, at løgmaður hevur fingið eina ringa viðferð í sjónvarpinum. Okkurt innslag í sjónvarpinum um flytingina var beinleiðis pínligt, og tú spurdi teg sjálvan, hvat endamálið var at leita fram gamlar myndir úr bandasavninum.
Tað eru nøkur av okkara tíðindafólkum, sum trívast best, tá ið tey viðgera tað negativa í samfelagnum. Tey hava ikki evnini at bera eyga við tað positiva og finna ikki sólskinssøgurnar, sjálvt um sólin í vikur hevur skinið bæði oman og niðan, og búskaparfrøðingarnir boða frá góðum byri í Føroyum næstu árini.
Sjálvandi skuldu fjølmiðlarnar havt latið teir tveir setningarnar hjá Tórbirni Jacobsen í blaðgreinini farið aftur við borðinum. Setningarnir høvdu ikki annað uppiborið, og Tórbjørn hevði ikki fingið so nógva umrøðu, sum hann trívist so væl í.
Tórbjørn Jacobsen hevur annars góðar og spennandi hugsjónir og dugir væl at skriva, men hann skikkar sær ikki nóg væl á politiska leikpallinum enn.
Nú er málið um flytingina vorðið so politiskt og groteskt, at fjølmiðlar og politikarar tosa um eina grein 19 kanning. Álvaratos, er hetta ikki ov langt úti, og er málið ikki farið út um øll menniskjalig mørk.
Vit eru nógv í Tjóðveldisflokkinum sum er vónsvikin, tí hvar er »floksdissiplinin« í flokkinum, tá ið eitt so lítið mál kann koma so langt, at málið kann slíta samgonguna. Hvat er tá vunnið.
Havi altíð havt fult álit á løgmanni Anfinni Kallsberg. Fái ikki eyga á nakran annan persón í landinum, sum so siðiliga og hampiliga megnar løgmansuppgávuna betur enn Anfinn. Løgmaður er tíverri viknaður í fullveldismálinum, men tað er ímóti hansara egna vilja. Sambandsvongurin í Fólkaflokkinum við Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Jørgen Niclasen á odda er í løtuni ov sterkur.
Nú skuldu fjølmiðlarnir og politikararnir einaferð med alla slept málinum um flytingina hjá løgmanni á sinni. Fólk hvørki tíma ella orka at lesa og hoyra meiri um Anfinn, Tórbjørn og P/F Frostvirkið.
Nýtið heldur tíðina og orkuna til meira positivt politiskt virksemi, millum annað gullið og grønu skógirnar, sum politikararnir lovaðu teimum gomlu áðrenn løgtingsvalið í vár. Á hesum økinum er nógv at tríva í.