Eitt petti av Føroyum í Keypmannahavn

 
Chirstin Plate
Formaður. Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn.
 
Tað Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn varð stovnað í 1944. Í samband við seksti ára dagin varð hildin móttøka og stór veitsla. Aftaná veitslu og móttøku fekk felagið hetta bræv sendandi frá einum eldri  føroyskum manni, sum eg haldi kundi verið áhugavert hjá øðrum at lisið:
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Nakrir tankar aftaná eina vitjan á Vestara kirkjugarði í Keypmannahavn, september 2004
Hvussu mangir føroyingar munnu vita av at eitt petti av Føroyum liggur mitt í Keypmannahavn?
So vítt eg veit, er tað so í Danmark at fólk ogna sær eitt pláss á kirkjugarði, sum familjan so hevur ræði á í nøkur ár.
Føroyingar eiga eitt slíkt stykki á Vestara kirkjugarði, sum landskassin í Føroyum hevur keypt. Hvussu stórt tað er, dugi eg ikki at meta um, men nakrar hundrað fermetrar og tað hava so føroyingar rætt til.
Her er snøgt, ruddiligt og hampuligt, so sum danskir kirkjugarðar vanliga eru. Gongur tú ígjøgnum hetta petti sært tú hvør her hvílir; tú lesur nøvn á steinum  og sært at her liggja fólk, sum meðan tey livdu, vóru kend um allar Føroyar, og so eru ókend fólk, har á steininum bert stendur t.d. H.Petersen, fødd í Føroyum tá og tá, deyð tá og tá. Ókend vóru tey og ókend vildu tey vera.
Og so spyrst tú teg sjálvan, hví munnu hesi liggja her í fremmandari mold? Sjálvandi eru tað ymsar grundir, sum eg einki veit um og vælsaktans av nattúrligum orsøkum.
Og tá vitjanin er av, vendur tú tær við og hevur eina undarliga kenslu av at har liggja nakrir føroyingar so hálvt forfjónaðir; eg sigi ikke hálvgloymdir, tað er bert mín kensla, tí eg eri fremmandur her og havi annars onki samband við plássið.
Men øll hava ikki gloymt tey ið her liggja, tí Kvinnufelagið í Keypmannahavn (hitt føroyska) hevur nýliga fingið til vega ein bonk her. Vestre kirkjugarður er stórur og ert tú til gongu, er gott at hava eitt stað at bukka beinini, so ber til at sita og minnast; minnast onkrar løtur tú hevði saman við onkrum av teim sum her liggja.