- Partrolararnir hava fyri tað mesta smáligan fiskiskap, tó at tað bragdar hjá onkrum. Teir fáa nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. Teir landa sum vikan líður.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at trý pør framvegis eru á gulllaksaveiði, og eitt par er á makrelveiði.
Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hann fiskar svartkalva og kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni, sum kemur.
Væntandi fara aðrir djúpvatnstrolarar, sum í løtuni liggja inni, út aftur í næstum.
Ein trolbátur er á landleiðin og fiskar mest tosk, reyðsprøku, tungu og havtasku. Tveir eru á rygginum, og tveir eru norðanfyri.
- Væntandi koma allir inn at landa landa síðst í vikuni, sum kemur, verður lagt aftrat.