Eitt ordiligt skinn

Við ruskinnsavningarstøðina á Skála gongur ein pensionistur og saltar skinn í hesum døgum. Ágóðin av søluni fer til ymiskt innbúgv í Meinigheitshúsinum. Øll, sum hava flett nakað á Skála í heyst, stuðla tiltakinum, sigur hann

Skálafólk tveita ikki skinnini burtur, tá flett er í heyst. Væl verða tey koyrd á bingjuplássið, men har stendur Tórfinn og tekur í móti og saltar tey, fyri síðan at senda tey til MBM. Tað, hann fær afturfyri, verður brúkt til eithvørt, sum keypast skal til Meiniheitshúsið á Skála.
Á ruskinnsavningarplássinum niðanvert Sjóvartún á Skála gongur Tórfinn Hansen nakrar dagar um vikuna og tekur í móti tí, skálafólk vilja sleppa av við til IRF at brenna ella tyrva.
Men hesa tíðina, flettingin hevur verið fyri, hava dagarnir verið fleiri og drúgvari enn vanligt hjá Tórfinni. Hann hevur átikið sær at taka øll skinnini frá flettingini upp. Tey verða snøggað, saltað í fláir og síðan send MBM, sum rindar afturfyri. Innkomna peningin letur Tórfinn Meinigheitshúsinum á Skála.
Soleiðsi var eisini í fjør, og tá fekk hann umleið 10.000,- krónur ella so fyri skinnini, sum send vórðu MBM. Fyri tann peningin keytu tey sær eitt hátalaraanlegg sigur Tórfinn. Í ár hava tey ætlanir um at keypa teleslyngur til Meinigheitshúsið, so fólk, ið ikki hoyra so væl, eisini kunnu fáa gleði av tí, sum fer fram í húsinum.
Í ár er prísurin fyri skinn lægri, enn hann var í fjør, men Tórfinn væntar ikki minni inntøku av teirri orsøk. Prísmunurin fer nokk at verða útlíknaður av nøgdini, hann hevur fingið, so inntøkan man fara at verða tann sama, metir hann.
Vælvildin er stór allastaðni, greiðir Tórfinn Hansen frá. Fólk hava hoyrt um hetta tiltakið. Og tá tey frætta, hvat peningurin verður brúktur til, eru tey beinanveg klár við einum íkasti. Hann heldur, at helst er hvørt einasta skinn, sum loyst er á Skála í heyst, komið til hansara.
Og tað eru ikki bara skálafólk, sum gleðast um tiltakið hjá Tórfinni. Tað gera teir eisini á brennistøðini hjá IRF, sigur hann. Tí hetta lættir væl um brenningina, og skinn dálka ógvuliga illa, láta teir at í Leirvík sambært Tórfinni.
Eisini saltið fær hann lagaliga, sigur Tórfinn Hansen. Tað fær hann fyri einki frá fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum. Hetta er salt, sum bert er brúkt einaferð til at salta fisk við, og tí av fínasta slag til hetta endamálið, sigur hann. Ein ungur skálafjarðamaður plagar at koma við tí í stórum kørum. Og tá tíð er til tess, fer hann eisini til Kollafjaðar við skinnunum. So tað er ófør hjálp at fáa.
Og so koma skálmenn framvið soleiðis hissini. Hyggja at, hvussu flógvin veksur. Práta um leyst og fast og fortelja fremmandmanninum eitt sindur um søgu og gomlu bygdina á Skála, sum liggur beint her omanfyri. Vísa á, at í hasum húsinum var fyrsti handilin á Skála yvirhøvur. Og har liggja gamlar húsatoftir, sum teir vita at nevna.
Tórfinn tekur úr rúgvuni, Leggur upp á gamla lærarapultin, sum komin var á bingjuplássið til at blaka burtur, men sum nú ger nyttu sum snøggingarborð hjá honum. Hann sker útriðurnar snøggar. Halar, bein og ymsar lepar, sum hanga við, koyrir burtur. Soleiðis verða skinnini bæði fríðari í ásjón og lættari at salta.
Men hetta fer illa við knívinum, og hann noyðist at brýna í heilum.