Eitt opið bræv til Kringvarpið

Býráðsvalini - Fólkið hevur talað

Tann 11. november var býráðsval í Føroyum.

Tað munnu vera fá fólk, ið ikki settu seg framman fyri sjónvarpsglugganum hetta kvøldið. Tí tað er ásannandi at øll eru sera spent uppá tílíkt val. Ikki einans at hoyra úrslitið frá síni egnu bygd, ella býi, men frá øllum Føroyum. Tað kemur mest av tí, at ein kennur nógv valevnir í nógvum bygdum.

Eg var ein av teimum, ið sat og lýddi á í sjónvarpinum. Har vóru nógvar áhugaverdar samrøður við fólk úr ymiskum bygdum. Og fleiri ferðir bleiv sagt, at vit venda aftur til Havnina og Klaksvíkar. Ein sá nærum runt allar Føroyar.

Men ein stórur býur bleiv ongantíð tikin uppá tunguna. Tað munnu vera fá fólk, ið ikki sótu frá kl. 20.00 til tað var liðugt og væntaðu at nú komu úrslitini úr Fuglafirði. Men Fuglafjørður bleiv ongantíð nevndur.

So allir hyggjarnir sótu sum kánus. Tí fari eg at seta niðanfyri nevndu spurningar.

1) Hví tók sjónvarpið ikki Fuglafjørð upp á tunguna.

2) Tað var ikki neyðugt at hava fólk frá tykkum á staðnum. Tit kundu bara ringt til valnevndina, so fingu tit úrslitið frá teimum.

3) Koma tit at útihýsa Fuglafjørð á komandi valum?

Til seinast vil eg ynskja sjónvarpinum við tess manning eina góða og eydnuberandi framtíð.