Eitt stig í part. Tað var úrslitið á Argjum. Heimamenninir iðra seg um, at teir ikki megnaðu í 1. hálvleiki at syrgja fyri trivaligari leiðslu. Tá hevði AB stóra leikliga yvirvág og fleiri stórar málmøguleikar ímóti EB/Streymi, sum í fleiri støðum var um ein háls.
Hørður Mohr legði AB framum við høvdinum, men lítla løtu undan steðginum javnaði væl upplagdi Gunnar Zachariasen, og í 2. hálvleiki var tað væl javnari. Innskifti Sandri Færø, sum fyri fyrstu ferð var á besta AB liðnum, legði heimaliðið framum aftur, og Hans Pauli Samuelsen umsetti brotsspark til mál og harvið 2-2, sum varð endaliga úrslitið.
Í Fuglafirði vann ÍF 1-0 á Skála, sum harvið framvegis er niðast á støðutalvuni. Clayton Soares stútaði málið í 1. hálvleiki, tá ið ÍF var greitt omaná. Eftir steðgin legði Skála meiri fyri í álopspartinum, og tá var onkra ferðina tætt við, at innskifti Ahmed Keita, sum fyri fyrstu ferð var á Skála liðnum, skoraði, men hann var ikki nóg neyvur.
Úrslitini í dag bera við sær, at ÍF lyftir seg upp á 20 stig og harvið upp á síðuna á KÍ, sum tó varðveitir sætta plássið við betri málmuni enn fuglfirðingar. Skála er framvegis aftast.
AB hevur fjúrtan stig og er harvið fimm stig frá niðurflytingarstrikuni, og EB/Streymur er nú á fjórða plássi við 23 stigum.
LIÐUGT
2-2
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 2-2
AB spælararnir fara illa við Gunnari Zachariasen. Nú er hann enn eina ferð jarðlagdur. Hesa ferð var tað av Dmitrije Jankovic, sum slapp væl ikki at síggja gula kortið fyri aðru ferð!
87) 2-2
Sorin Anghel sær gult fyri óregluliga at steðga væl upplagda Gunnari Zachariasen. Gula kortið var heilt myrkagult!
85) 2-2
Eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg frá Beinir Ellefsen var um reppið, at Jónas Stenberg skoraði.
Arnar Dam, sum leingi hevur verið skaddur, avloysir Marna Djurhuus hjá EB/Streymi.
83) 2-2
So var tætt við, at Arnbjørn Hansen skoraði. Heðin Stenberg stórbjargaði, tá ið Arnbjørn royndi ímóti málinum. Innskifti Hanus Olsen átti góða innleggið.
81) 2-2
Andras V. Brixen er komin á vøllin í staðin fyri Magnus Egilsson hjá AB. Tað ber møguleika hjá Sorin Anghel at luttaka meiri í álopsspælinum við sær.
78) 2-2
Tað kennist, at hetta er fyrsti dysturin eftir summarsteðgin. Báðir partar lúra og hugsa um í hvussu so er at varðveita eina stigið. AB hevur havt góðan møguleika, tá ið Bárður Olsen spældi Magnus Egilsson leysan. Hann sneiddi framvið René Tórgarð, men bólturin fór út av baklinjuni.
74) 2-2
Arnjørn Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Niels Paula Danielsen.
72) 2-2
Tað er framvegis lívligt, og nú er tað sera tætt og spentar støður í báðum brotsteigunum.
Jobin Drangastein hevur avloyst Hørð Mohr, sum skoraði fyrra AB málið.
70) 2-2
Hanus Olsen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Leif Niclasen.
67) 2-2
Nú gongur tað javnari á, enn tað leingi hevur gjørt.
Innskifti AB málskjúttin Sandri Færø vísir stórt sjálvsálit, tá ið hann ferð eftir ferð bjóðar av í ein móti einum støðum. Hann er framúr skjótur og harvið vandamikil.
Kári Nielsen hevur sæð gult, og Egil á Bø hevur sæð gult.
62) 2-2: Hans Pauli Samuelsen br 60.
Eftir fínt og hugflogsríkt álop feldi Dmitrije Jankovic Hans Paula Samuelsen. Miðverjin sá gult og ikki reytt, og Hans Pauli var púra tryggur úr ellivi metrum.
59) 2-1
Nú var tætt við, at EB/Streymur javnaði. Eftir fínt innlegg frá Niels Paula Danielsen var um reppið, at Leif Niclasen stýrdi bóltin í málið, men verjan ruddaði burtur.
Arnbjørn Hansen situr framvegis á beinkinum hjá EB/Streymi. At hann ikki er millum teir fyrstu ellivu er ikki, tí hann er skaddur, men tí hann hevur verið burturi í summarfrí.
54) 2-1: Sandri Færø 52.
Eftir fínt álop í høgru, har miðverjin Sorin Anghel var sentralur og legði frá baklinjuni og út frá smekkaði innskifti Sandri Færø bóltin í kassan.
Gunnar Zachariasen hevur sæð gult fyri at filma.
50) 1-1
AB hevur fyrstu løtuna havt bóltin mesta partin av fyrstu fimm minuttunum. EB/Streymur hevur havt størsta møguleikan eftir skjótt álop. Jónas T. Næs var sentralur, og Heðin Stenberg bjargaði væl, tá ið Gunnar Zachariasen royndi seg í góðari støðu.
HÁLVLEIKUR
1-1
Teir eru farnir undir tak í góðveðrinum á Argjum. AB hevur verið greitt omaná, og AB hevur spælt seg til flestu møguleikarnar. Hørður Mohr legði AB framum við stútara eftir innlegg, og tað lá í luftini, at heimaliðið skuldi økja um leiðsluna.
So var tað at Hans Pauli Samuelsen við framúr sending spældi Gunnar Zachariasen leysan, og hann takkaði fyri og skoraði.
45) 1-1: Gunnar Zacharisen
Gunnar Zachariasen hevur javnað. Eftir flott og skjótt avrik, har Hans Pauli Samuelsen var sentralur, royndi Gunnar seg. Heðin Stenberg tóktist at bjarga ikki serliga sannførandi skotinum við fótinum, men bólturin skrúvaði upp í loft og so í málið. Genial sending frá Hans Paula Samuelsen!
40) 1-0
Heimamenninir eru framvegis nógv grammari, og tað talar meiri fyri øktari heimaleiðslu, enn at gestirnir skulu svara aftur.
EB/Streyma miðverjin Høgni Madsen hevur sæð gult.
35) 1-0
Tað er framvegis AB, sum er meiri ágangandi, og sum spælir seg til málmøguleikar. EB/Streymur hevur ilt við at fáa spælið at hanga saman.
Dion Splidt hjá AB er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Sandri Færø. Hann er í summarsteðginum fluttur úr B36 og út á Argir, har hann nú hevur fingið møguleikan fyri fyrstu ferð.
AB hevur havt seks royndir á EB/Streyma málið, meðan gestirnir onga roynd hava havt á málið hjá Heðini Stenberg.
30) 1-0
AB hevur aftur havt góða roynd. Hesa ferð var tað miðvallarin Bárður Olsen, sum royndi seg við fluktara úr 17 metrum, men René Tórgarð bjargaði til horna. AB hevur havt fleiri horna.
27) 1-0
AB hevur framvegis leikliga yvirvág. Tað er torført at síggja í løtuni, hvussu EB/Streymur skal svara aftur.
Jónas T. Næs hevur sæð gult.
20) 1-0: Hørður Mohr 20.
So hevur AB fingið úrtøku burturúr yvirvágini, sum heimaliðið síðstu løtuna hevur havt. Eftir innlegg úr vinstru frá Bárði Olsen, varð bólturin snittaður víðari til Hørð Mohr, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi hann í málið við høvdinum.
15) 0-0
Tað er heimaliðið, sum er omaná. Jógvan Skeel Nolsøe, sum er fremsti maður hjá AB, var um reppið at seta hol á eftir innlegg frá Hørði Mohr.
Jónas Stenberg hjá AB hevur sæð gult.
10) 0-0
AB hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið, men einki spurdist burturúr. René Tórgarð vardi til horna, eftir at Magnus Egilsson hevði roynt seg við skoti.
5) 0-0
Tað verður nógv lagt fyri, men higartil hevur spælið ikki verið so sannførandi, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
AB-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen – Dion Splidt , Hørður Mohr, Magnus Egilsson- Jógvan Skeel Nolsøe
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Høgni Madsen, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Gert Hansen, Marni Djurhuus – Leif Niclassen, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli Samuelsen - Gunnar Zachariasen
----
LIÐUGT
1-0
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 1-0
Skála er ofta í ÍF brotsteiginum, og gestirnir hava síðstu løtuna havt fleiri royndir. Teir hava ikki verið nóg neyvir.
85) 1-0
Tað gongur javnt á, og innskifti Keita hevur verið tætt við at javna fyri Skála, men eftir stútara fór bólturin omanfyri málið.
70) 1-0
Fuglfirðingar halda tørn um tepru leiðsluna. Men Skála bjóðar nú meiri til í álopspartinum, enn talan var um fyrsta stóra tíman. Ahmed Keita hevur havt góðan møguleika, men bólturin fór við síðuna av málinum aftanfyri Jákup Mikkelsen.
55) 1-0
Skála hevur skift málverja. Suni Ernstson er nú í málinum í staðin fyri Mark Ryutin, sum undan steðginum varð so mikið skaddur, at hann ikki var fyri fyri at halda fram.
Nýggi álopsspælarin Ahmed Keita er komin inn á Skála liðið.
Gongdin er tann sama, sum hon var undan steðginum.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) 0-0
ÍF er frammanfyri við einum máli. Heimayvirvágini hevur verið greið. Skála hevur ongan upplagdan møguleika havt. Um gestirnir skulu vinna stig, so skal Skála í 2. hálvleiki vera meiri álopskent, enn liðið higartil hevur verið.
30) 1-0
Gongdin er tann sama. ÍF hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, meðan Skála verjir. Fuglfirðingar spæla seg viðhvørt til málmøguleikar. Tann størsta hevði Clayton Soares, tá ið hann eftir fríspark royndi seg við stútara, men bólturin fór framvið málinum.
17) 1-0: Clayton Soares
So hevur heimaliðið lagt seg framum. Eftir innlegg úr vinstru frá Jan Ó. Ellingsgaard úr vinstru og til handara stólpa stýrdi Clayton Soares bóltin í málið.
Clayton Soares tykist vera komin fyri eftir at hann undan summarsteðginum var nógv skaðaplágaður, og ÍF hevur betri tak á spælinum enn Skála, sum fyri tað mesta verjir.
10) 0-0
Heimaliðið hevur verið meiri á bóltinum, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
ÍF-Skála kl. 15.00