Byggifelagið Articon eigur eitt stórt summarhúsøki Handan Hamralið á Sandi, har pláss er fyri 14 summarhúsum - við útsýni yvir eitt nú Gróthúsvatn, Salthøvda og vestur í hav.
Articon hevur ikki sett spakan í enn, men borgarstjórin í Sands kommunu væntar, at tað verður fyri jól.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, er stórur áhugi fyri hesum summarhúsum, og hús eru longu bíløgd. Articon ætlar, at nøkur av húsunum skulu standa uppi longu komandi summar.
Brandur Sandoy sigur, at Sands kommuna seinastu tíðina hevur fingið fleiri fyrispurningar um summarhús, og í slíkum føri hava tey biðið fólk vent sær til Articon.
Hann vísir á, at Sandoyggin er so ófatiliga vælegnað til summarhús, og tað undrar ikki, nú fokus er á oynna, at fleiri vilja eiga síni summarhús her.
- Tað gleðir okkum, at fólk vilja byggja síni summarhús her suðuri, tí hetta er við til at skapa eitt enn betri grundarlag undir eitt nú handilslívi, matstovu-og ferðavinnu, sigur Brandur Sandoy.