Trý norðurlendsk lið spældu seinna dystin í undanumfari til bólkaspæli í Champions League. Møguleiki var at vinna seg víðari til seinasta undanumfar áðrenn bólkaspæli. Í seinasta umfarið bíða lið sum Liverpool og Sevilla. Einansta norðurlendska liðið, sum kláraði at spæla seg víðari, og sostatt enn kann klára til bólkaspælið, var FC København.
FC København, Rosenborg og FH Hafnafjørður, sum slóg Víking úr kappingini, spældu øll trý í kvøld.
FC København vann samanlagt 4-1 á Vardar Skopje úr Makedonia. Samanlagt vunnu teir 4-2. FH Hafnafjørður tapti 1-0 móti NK Maribor, ið gjørdust meistarar í Slovenia í fjør. FH tapti samanlagt 2-0. Rosenborg úr Norra spældi móti skotska meistaraliðnum Celtic. Spenningur var undan dystinum, tí Rosenborg megnaði at spæla ein málleysan javnleik í fyrra dystinum, ið var spældur á Celtic Park í Glasgow. Tað vísti tó, at Rosenborg ikki megnaði at halda Celtic aftur. Celtic vann dystin í Trondheim 1-0 og eru sostatt víðari til næsta umfar.
Lutakastið til seinasta undanumfar verður fríggjadagin.