Eitt neyðarróp frá felagnum - dreingjafimleikurin í vanda

Havnar Fimleikafelag, hevur í mong ár havt trupulleikar við at fáa venjarar til dreingjafimleikin, men ongantíð hevur tað verið so torført sum í ár. Støðan er so ring, at dreingjafimleikurin er í vanda við at detta burtur úr felagnum.
Nevndin og fimleikadeildin hava nú troytt allar teir vegir, sum vit vita um, og hava tí brúk fyri hjálp frá limum og øðrum sum eru áhugaði í at hjálpa.

Anni Kyster
Vegna nevndina í Havnar Fimleikafelag

Okkum tørvar venjarar til trý dreingjalið.
Talan er um liðini, dreingir.1 fl., dreingir 2.-3. fl. og dreingir 4.-5. fl.
Tey, sum kundu hugsað sær at hjálpt felagnum úr hesu truplu støðuni, ella kenna onkran sum kann traðka til, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við ein av nevndarlimunum.

Anni Kyster, formaður 214851
Karina Nolsøe, næst formaður 519327
Olga Knudsen, skrivari 221496
Erla Mikkelsen, kassameistari 227744

Eisini um tað er sum hjálpari, alt hevur áhugað, upplæringina standa vit í felagnum fyri. So nú er ikki at seta seg aftur, men at seta seg ísamband við ein okkara.