- Hví í víðu verð kunnu vit ikki hava sama tilboð og somu møguleikar sum internet-brúkarar í útlondum?
Henda spurning hava mangir føroyingar sett sær gjøgnum árini. Svarið hevur sum oftast verið, at vit hava ligið so langt frá útlendsku veitarunum av hesum tænastum.
Soleiðis var støðan í gjár. Men í dag er hesin møguleikin vorðin veruleiki her á landi. Tað hendi, tá nýggja felagið EITT alment fór til verka í morgun.
Hetta felagið ætlar at útnytta tær sterku síðurnar og royndirnar, sum bæði Kall og Elektron hava. Og ætlanin er, at teir føroysku brúkararnir skulu fáa gagn av hesum samstarvinum.
- Okkara ynski er at vera bestir og størstir. Vit vilja snøgt sagt gerast nr. EITT, sigur stjórin í nýggja felagnum, Erling Eidesgaard.
Nýggja tilboðið vendir sær bæði til einstaklingar og fyritøkur. Marknaðurin er vaksandi, og tí er ikki óhugsandi at hetta nýggja tilboðið sum m.a. inniber møguleikar fyri flatrate kemur í tøkum tíma.
Bíligt samband
Hesa seinastu vikuna hava vit sæð og hoyrt, hvussu felagið hevur marknaðarført seg og nýggja navnið. Einki hevur tó verið sagt um, hvat lá í navninum.
Á tíðindafundi í morgun varð víst á, at eini 1500 fólk hava givið sítt boð uppá, hvat lá í navninum.
Júst við navninum EITT ynskja fólkini aftanfyri felagið at vísa á, at tað skal verða bæði fyrst, best og ikki minst øðrvísi.
Nú tvey so ymiskar fyritøkur hava stovnað hetta nýggja felagið, kunnu teir tí gera brúk av teirri vitanini og teim royndunum, sum tey í sínum lagi hava.
Ætlanin er tí eisini, at bjóða fólki betri tænastur fyri ein munandi bíligari prís enn higartil. Fyri smáar 600 kr. skal ein familja kunna gera brúk av breiðbandinum allar 24 tímarnar í døgninum og til einhvønn tørv.
- Jú, vit vænta okkum nógv av hesum nýggja tilboðnum, varð sligið fast á tíðindafundi í morgun.
Út í heim
Nógvar fyritøkur gjalda í túsundatali av krónum fyri sítt internet-samband, men við nýggja tilboðnum og møguleikanum verður prísur lækkaður munandi.
Umframt hetta verða aðrar tænastur so líðandi lagdar aftrat tilboðnum. Og ætlanir eru um enn fleiri tænastur í framtíðini.
- Nei, hetta er ikki síðstu ferð at vit verða fyrstir, kundi stjórin, Erling Eidesgaard sláa fast.
Óhugsandi er ikki, at hetta tilboðið somuleiðis kann nýtast í øðrum støðum kring heimin, m.a. í samfeløgum sum líkjast okkara.
Arbeitt verður tí víðari við hesum ætlanunum.