Í dag byrjar onkur av miðnámskúlunum skúlagongdina aftur, og um nakrar fáa dagar byrjar eitt nýtt skúlaár í fólkaskúlanum. Tað er almenn semja um, at útbúgving og vitan eru altumráðandi í einum nútímans samfelag. Í Visjón 2015, har roynt verður at kaga inn í framtíðina, verður staðfest, at fólkaskúlin er grundvøllurn undir allari útbúgving.
Fólkaskúlin skal sjálvandi tryggja, at tey ungu gerast før fyri at útbúgva seg víðari, soleiðis at tey kunnu liva og virka í einum altjóðagjørdum heimi. Hetta er eins áhugvert og tað er sjálvsagt. Fyru bert fáum árum síðan var mantrain ein ser føroyskur skúli. Fólkaskúlin skuldi brynja børnini til at liva og virka í føroyska samfelagnum, og hetta elvdi til nógvar løgnar og margháttligar útsagnir um endamálið við fólkaskúlanum. Men nú tykjast avvarðandi myndugleikar at hava ásannað, at Føroyar eru partur av altjóðasamfelagunm, at altjóðagerðin er ein veruleiki til gott og ilt, og at alheimurin sostatt er vorðin ein felags arbeiðsmarknaður.
Tey ungu skulu brynjast til at virka í altjóðasamfelagnum, og er hetta ein fortreytin fyri, at samfelagið eins væl og tey ungu kunnu hava rúmar virkismøguleikar í framtíðini. Í hesum sambandi eiga vit ikki at gloyma, at alt meðan fólkaskúlin verður brynjaður til altjóðagerðina, eru tað nøkur grundleggjandi virði í føroyska samfelagnum, sum vit eiga at verja og fjálga um og samstundis støðugt at menna. Hesi virði eru eitt nú hetta at læra tey ungu at liva og virka í fólkaræðiligum samfelagi, at virða og vera góð við føroyskt mál og mentan og at styrkja teirra føroyska samleika. Ein fortreytin fyri at kunna vera partur av altjóða samfelagnum er, at tú hevur tín heimliga samleika heilan og sterkan.
Fólkaskúlin skal sostatt menna og styrkja føroyska samleikan hjá teimum ungu, samstundis sum tey verða væl og virðiliga kunnað um aðrar mentanir. Við at verða kunnaður um aðrar mentanir, aðrar átrúnaðir og onnur fólkasløg, lærir tú samstundis at virða onnur eins høgt, og tú virðir teg sjálvan. Sjálvsvirðing, sjálvsálit, vitan um aðrar mentanir og vanlig almen upplýsing er besti heilivágur móti xenofobi og rasismu, ið eru sum pest fyri fólkaræði, vælferð og ta nútímansgerð, ið er ein fortreytin fyri eini samfelagsmenning, ið skal javnseta Føroyar millum fremstu lond í heiminum. Ella við ørðum orðum: ongan framburð uttan demokrati, tolsemi, upplýsing og vælferð.
Alt hetta og meira afturat er tann stóra avbjóðingin til fólkaskúlan. Fólkaskúlin er av álvara komin á dagsskrá, men sum vanligt skifta vit heldur orð um bygnað enn um innihald. Tað má sjálvsagt ásannast, at fortreytin fyri at vit av álvara kunnu fara undir eina nútímansgerð av fólkaskúlanum er størrri skúlaeindir, og hetta er so aftur bundið at kommunubygnaðinum, sum má og skal broytast. Her tykist sum gongd er við at koma á, men hetta við bygnaðinum eigur ikki at forða okkum í at umrøða og umhugsa innihaldið.