Eitt myndaminni um teir báðar

Ingálv av Reyni og Janus Kamban

Eg tók hesa mynd, í sambandi við at vit trý møttust í Listaskálanum, har vit høvdu avtalu um at taka nakrar myndir av teimum báðum, hvør sær, men eisini saman. Burturúr kom ein hópur av fínum myndum. Serliga var tað dupultportrettini, ið vóru ein sonn frøði at avmynda. Tað var ongin ivi um, at her vóru tað tveir kenningar, ið hugnaðu sær og nýttu at vera saman í hesum teirra so vælkendu hølum. Prátið gekk um gamlar dagar, serliga í Keypmannahavn, har teir báðir høvdu nomið sær útbúgving, men so sanniliga eisini um aktuell evnir, tí kontantir og erligir vóru teir báðir, bara hvør upp á sín máta.


Vísta myndin er tikin í stóra framsýningarhølinum á Listasavninum, Har sita teir á einum bonki, og haldi eg, at teirra persónligi framburður kemur væl til sín rætt á myndini. Ingálvur, tonkjandi, høvdið eitt sindur uppá skrá (sum hann hevði fyri at gera, tá ið hann funderaði yvir eitt hvørt), og Janus við tí, virkandi direkta og tangerandi til tað hvassa eygnabráðið, men har smílið altíð var beint aftanfyri. Tað sum »samlar« myndina so fínt er, at málningarnir í bakgrundini eru tónaðir niður í næstan svart, so teir ikki vera órógvandi saman við myndaevninum. Myndin er tikin í 2001. 


Anna Kathrina Højgaard