Eitt mistak at brúka Odmar Færø í álopinum

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 er sjálvatfinningarsamur um leiklutin hann valdi til Odmar Færø í 3-4 tapinum í Sørvági í dag

- Eg dugi at síggja nú, at tað var skeivt at brúka Odmar Færø í álopinum. So sjálvatfinningarsamur er høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg um leiklutin hann og hjálparvenjarin, Fróði Clementsen høvdu valt til landsliðsverjuspælaran, Odmar Færø. Jákup á Borg sigur seg innsíggja, at tað gjørdi, at B36-verjan var ov tunn til mótálopini, sum 07 Vestur vann dystin uppá.

 

Jákup á Borg iðrar seg tó um spiltu málmøguleikarnar, serliga í seinna hálvleiki. Hann heldur, at hansara menn skaptu nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin, og tað er eitt vónbrot, at einki stig kom á kontuna í dag. Ikki minst aftaná, at Víkingur eisini tapti í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jákup á Borg, sum mátti síggja dystin vesturi í Sørvági uttanfyri girðingina, tí hann hevði karantenu til dystin í dag, tí hann var vístur av vøllinum mikukvøldið, tá B36 vann 3-0 á TB/FCS/Royn.