Eitt minni gott NSÍ-avrik í Gundadali

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin og toppskjúttin hjá NSÍ ásannar, at talan var um ein minni góðan dag hjá NSÍ í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan og toppskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná 0-2 tapið hjá NSÍ ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í dag.

 

Klæmint A. Olsen heldur ikki, at talan var um eitt serliga sannførandi avrik hjá NSÍ í dag. Tað gjørdist heldur ikki lættari, at Jens Joensen, verjuskansi hjá NSÍ var vístur av vøllinum.

 

Nú ætlar liðskiparin hjá NSÍ, at teir skulu taka bronsuna heim. NSÍ er trý stig frammanfyri B36 í bronsudystinum. Um at endurvinna gylta skógvin, sum toppskjútti sigur Klæmint A. Olsen, at hann vil heldur vinna tveir dystir har hann ikki skorar, enn at tapa tveir dystir har hann skorar.