Seinasta búskaparkreppan hevur rakt fjølmiðlarnar í Vesturheiminum meint. Eitt av teimum londum, sum kennir til sviðan av hesi kreppuni, er okkara granni fyri norðan, Grønland. Har hava privatu miðlarnir sæð eina munandi niðurgongd í lýsingum, umframt at almenni útberingarstuðulin herfyri varð tikin frá teimum báðum tíðindabløðunum, Sermitsiaq og AG Grønlandsposten.
Bløðini hava tikið avleiðingarnar av hesi óhepnu gongd og hava verið tvungin til at leggja saman, soleiðis at tey í dag húsast undir somu lon men kortini eru at meta sum tvey óheft bløð við egnum redaktiónum. Annars hava tey felags umsiting og røkja fleiri funktiónir í felag.
Tað er av alstórum týdningi at forða fyri blaðmonopoli í Grønlandi, og royndirnar higartil við tveimum ymiskum bløðum í sama húsi hava verið væleydnaðar. Kortini er langt á mál, tí ikki minst tað almenna Grønland ger gerandisdagin truplan eitt nú við heldur at lýsa á útlendskum heimasíðum enn í grønlendsku bløðunum. Bløðini koma út eina ferð um vikuna umframt at tey hava eina felags netsíðu, sum eisini er tann mest vitjaða í Grønlandi, sermitsiaq.ag.gl.
Hvussu hevur so hilnast eftir hetta fyrsta árið undir sama taki! Tað hevur Jan Müller frá Miðlahúsinum í Vágsbotni sett sær fyri at frætta nærri um og setti hann teimum báðum blaðstjórunum, Poul Krarup á Sermitsiaq og Inga Dora Markussen á AG Grønlandsposten stevnu í hugnaliga miðlahúsinum í Nuuk.
Samrøðan við tey bæði kemur í morgunsendingina á Rás2 mánadagin klokkan 9.30.
Lars Emil endursendur
Rás2 fer eisini at endursenda samrøðu úr Grønlandi nú leygardagin klokkan 11. Tað er samrøða Jan Müller hevði við grønlendska fólkatingsmannin og vinnulívsmannin Lars Emil Johansen í desember eitt nú um manglandi samstarvið millum Føroyar og Grønland.