Eins og nógv onnur við henni, so hevur Súsanna Martinsdóttir arbeitt við sínum ítrivi í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn tey seinnu árini, at ferð er komin á menningina.
? Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri hondarbeiði og havi eisini verið á hondarbeiðsskúla í Svøríki.
Súsanna ger troyggjur og hettur, og tað verður alt gjørt við bindimaskinu.
? Mær dámar væl at arbeiða við bindimaskinu, tí eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi. Eg havi verið við á skeiðum hjá nøkrum donskum kvinnum, seinastu fýra árini, og tey skeiðini hava verið ógvuliga gevandi, sigur hon.
Súsanna heldur, at tað er sera mennandi at vera við til eina sølustevnu sum hesa og hon heldur, at tað er ein fyrimunur, at útlendskir framsýnarar eru við eisini.
? Eg haldi, at tað setir okkum upp til at gera tað enn betur.
Sjálv var hon so heppin at sleppa við til eina framsýning í Reykjavík, og tað hevur givið henni mót upp á eisini at royna seg aðrastaðni.
? Eg fari við á eina framsýning í Svøríki, og tað gleði eg meg til at royna, sigur Súsanna Martinsdóttir.