Tað var í desember í fjør, at fámjiningurin, Arnbjørn í Smiðjuni, keypti tað, sum áður varð rópt Gistingarhúsið í Øravík, og síðan keypið hevur hann brúkt nógva tíð og orku upp á at dagføra tey 16 kømrini í gistingarhúsinum. - Tað er eingin veggur fluttur, men kømrini, sum øll hava wc og bað, eru nú gjørd meira nútímans og hugnalig, sigur hann.
Øll 16 kømrini eru dupultkømur, og møguleikar eru harumframt at fáa tvær eyka uppreiðingar í seks av kømrunum – og eina eyka uppreiðing í hvørjum av hinum 10 kømrunum. Tað merkir, sigur eigarin, at tilsamans 54 sovipláss í mesta lagi eru í Øravík.
Hjá Gist í Øravík, sum nýggja navnið á gistingarhúsinum er, hava fólk eisini atgongd til felagskøk. - Ætlanin var at hava alt klárt tíðliga í summar, men tað náddi eg ikki. Tó at tað dró út, hevði eg nakað av útleiging í seinnu hálvu av summarinum og í heyst, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.
Ætlanirnar hjá Gist í Øravík røkka longur enn bara til gisting, vakra náttúru og familjuferðir. Eigarin arbeiðir eisini við at skipa ein part av bygningunum, sum ikki verða brúktir til útleigan, sum eitt sonevnt “action house”, har fólk kunnu leiga seg inn at kappast undir taki við serligum byrsum og plastkúlum.
- Hetta er ikki paint-ball, men eitt annað slag, sum eg haldi er nógv meira spennandi, og byrsurnar skjóta neyvari. Økið, har spælt verður á, er einar 700-750 fermetrar stórt, og hetta verður fantastiskt at spæla og kappast á.
Arnbjørn í Smiðjuni sigur, at her verður skotið við 6 mm. plastkúlum og tey, ið kappast, brúka trygdarútgerð. Ætlanin er, at eini 10 fólk skulu kunna kappast í senn. Tú merkir plastkúlurnar, tá tær raka, men við trygdarútgerðini kemur eingin til skaða.
- Tað er nokk eingin ivi um, at hetta er eitt mannfólkaspæl meira enn nakað annað, og ætlanin er við nýggju bókingarskipanini, at fólk eisini skulu kunna bóka seg til slíkar kappingar her í Øravík, sigur hann.