Ein samanteljing hjá bolt.fo vísir ein trupulleika, sum vit hava á føroyska landsliðnum, sum í løtuni hevur misjøvn úrslit. Vit hava bara skorað upp á eitt hornaspark í sjey ár. Tað er eitt mál upp á 117 hornaspørk.
Tað málið fingu vit móti Lettlandi í 2016, tá vit vunnu 2-0 í Riga. Tað málið kom eftir eina hornasparksstøðu, har bólturin síðani endaði hjá Sonna Ragnar Nattestad, ið skoraði við skoti.
Samanteljingin hjá bolt.fo sigur, at vit hava spælt 36 landsdystir í EM, HM og Nations League undankappingum, men bara fingið eitt mál upp á horna.
Bolt.fo skrivar millum annað:
Til samanberingar kann nevnast, at í 2015 skuldu í miðal 37 hornspørk til hvørt mál í Premier League, meðan tað í 2016/17 í donsku Superliguni skuldu 33 hornaspørk í miðal til eitt mál. Sostatt liggja føroyingar ikki væl fyri á júst hesum økinum.
Føroyska liðið fekk fimm mál í teimum seks dystunum í Nations League.