Eitt mál frá sensatiónini

Tjaldur tók sær ov nógv av løttum seinastu løtuna, og so var um reppið, at VB fór úr Runavík við einum sera óvæntaðum stigi

Hondbóltur

Á pappírinum var talan bar um avgreiðuspurning. Tjaldur hevur kapprunnið við Stjørnuna um oddasessin alt kappingarárið, og á heimavølli móti VB var talan bert um setning, sum skuldi fáast frá hondini. Ikki minst, tá havt verður í huga, at Tjaldur vann trygt, tá liðini hittust í Vági fyri bara viku síðani.
Fyri steðgin var nú heldur ikki tað stóra, sum bendi á, at VB skuldi gera nakað serligt. Tjaldur var greitt omaná, og hevði VB hug at muta ímóti, varð ferðin uttan nakað tvætl sett eina tonn upp, soleiðis at munurin aftur kundi økjast.
Fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin var heldur einki, sum broytti hetta, men so kom VB brádliga fyri seg. Tjaldur tóktist ikki leggaj so nógv í at seta ferð á aftur, men tá VB við seks málum á rað hevði minkað munin í tvey mál, stóð brádliga nógv á. Ikki minst, tá Cornelia Rimbu brendi brotskastið, sum annars skuldi avgjørt tað heila.
Ein vágbingur stóð tó eisini í málinum hjá Tjaldri, og Guðrun í Lágabø vann nakrar bjargingar fram júst í røttu løtuni, og so megnaði VB akkurát ikki at fáa stig burturúr.
Men tær sendu eina kraftiga ávaring til restina av feltinum. Viljin at arbeiða og stríðast fyri liðnum hevur altíð verið framúr hjá VB, og eitt úrslit sum hetta bendir á, at tað á ongan hátt er nøkur ógjørlig uppgáva, tá tær skulu takast við StÍF og VÍF í dystunu, sum helst gera av, hvør noyðist eina deild niður at spæla komandi kappingarár.

Fakta um dystin
Tjaldur-VB 23-22 (15-9)
10 min: 5-5
20 min: 9-7
40 min: 18-14
50 min: 23-16
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 8, Cornelia Rimbu 5(1), Mary-Ann Zachariassen 2, Jacoba Langgaard 2, Alina O. Anghel 2(1), Jóhanna í Króki 2, Annika Thomsen 1, Heidi á Lakjuni 1
VB: Svava Vestergaard 5, Christina Holm 5, Andrea Nielsen 4, Migle Senvaityte 4(1), Bára K. Mortensen 3, Sára Samuelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 3, VB 1
Útvísingar: Tjaldur 3, VB 1
Dómarar: Kári Hansen & Zoran