Eitt mál er nóg mikið

Bólkur D: Grikkaland. Europameistararnir Grikkaland ætla at brúka somu uppskrift, sum tá teir vunnu EM fyri fýra árum síðani

Alt Europa var tikið á bóli, tá ið Grikkaland fyri fýra árum síðani vann europameistaraheitið í fótbólti. Liðið úr suðureuropa spældi sítt heilt egna spæl, og tað gav úrslit. Teir lótu hini liðini hava bóltin stóran part av tíðini, vardu sum galt tað lívið, og so fingu teir eitt mál, sum avgjørdi dystin.

Hendan sama uppskriftin skal brúkast, nú Grikkaland skal verja sítt EM-heitið. Verjan er framvegis styrkin hjá liðnum, og venjarin hevur kallað nógvar av teimum gomlu hetjunum innaftur til hesa EM-kappingina.

- Ein og hvør venjari má leggja taktikkin, so at hann passar til teir spælararnar, sum hann hevur at ráða yvir, sigur týski venjarin hjá liðnum, Otto Rehagel.

Tað var eisini hann, sum stóð á odda fyri Grikkalandi í 2004, tá ið liðið vann EM-gull.

- 2004 hoyrir til fortíðina. Nú hugsa vit um 2008. Tað eru so nóg góð lið í Europa, at tað er eitt bragd bara at sleppa við til endaspælið, sigur Rehagel.


Royndir spælarar

Grikkaland hevur ein sera royndan hóp. Nógvir av spælarunum rundaðu tey 30 árini fyri fleiri árum síðani, og næstan helvtin av spælarunum var við, tá ið Grikkaland vann gull fyri fýra árum síðani.

Besti spælarin í seinasta EM-endaspæli var Theodoros Zagorakis, men hann verður ikki við hesaferð. Hann gavst at spæla fyri landsliðið í fjørheyst. Verjuskanin Traianos Dellas var ein av teimum, sum fekk veruligt gjøgnumbrot í farna endaspæli, og hann skal aftur hesaferð stýra verjupartinum.

Maðurin, sum skoraði málið í EM-finaluni í 2004, er viðaftur hesaferð. Angelos Charisteas varð næstan gjørdur til ein grikskan gud eftir seinast EM, men hann skal nú stríðast við toppskjúttan í farnu undankapping, Theofanis Gekas, um einsamalla plássið í álopinum.


Settu gamlar spurningar

Fyri fýra árum síðani setti Grikkaland hinum londunum nakrar spurningar, sum tey høvdu gloymt, hvussu mann svarar. Liðið var einasta landið, sum spældi við sweepara í EM í 2004, og teir brúktu eisini mansverju í verjupartinum. Hetta gav bonus, og spurningurin er so, um týski venjarin ætlar at brúk nett omu uppskrift, ella um hann ætlar sær at seta nýggjar spurningar, sum hini londini fáa trupult við at svara.

Meistararnir vita, at teir hava sínar avmarkingar, og teir vita eisini, at tað hevði verið eitt enn størri bragd enn seinast, um teir vunnu EM einaferð afturat, men við Kong Otto við róðri kann eingin kenna seg vísan í, hvat fer at henda hjá Grikkalandi næstu tríggjar vikurnar.

 

Grikkaland


1 Antonios Nikopolidis

2 Giourkas Seitaridis

3 Christos Patsatzoglou

4 Nikolaos Spyropoulos

5 Traianos Dellas

6 Angelos Basinas

7 Georgios Samaras

8 Stylianos Giannakopoulos

9 Angelos Charisteas

10 Georgios Karagounis

11 Loukas Vintra

12 Konstantinos Chalkias

13 Alexandros Tzorvas

14 Dimitrios Salpingidis

15 Vassilios Torosidis

16 Sotirios Kyrgiakos

17 Theofanis Gekas

18 Ioannis Goumas

19 Paraskevas Antzas

20 Ioannis Amanatidis

21 Konstantinos Katsouranis

22 Alexandros Tziolis

23 Nikolaos Liberopoulos


Venjari: Otto Rehhagel