Eitt mál er einki

John Petersen, sum er annar av venjarunum hjá AB, staðfesti eftir dystin í Gundadali, at tað fyrst og fremst er ein góð verja, sum er orsøkin til góðu gongdina hjá AB.

- Vit hava verið øgiliga dugnaligir til ikki at koma langt afturum, hóast vit hava spælt illa. Ofta hava vit hildið nullið í einum vánaligum hálvleiki ella kanska bara latið eitt mál fara ígjøgnum. Og so er skjótt at koma aftur í dystin. Stigatalvan sigur eisini, at vit eru tað liðið í landinum, sum hevur latið fæst mál ígjøgnum.

- Og vit hava eisini kvalitetir fram eftir vøllinum, hóast tað kanska bara eru argjafólk og vit sjálvir, sum hava lagt hesar til merkis. Men kvalitetirnir eru har, og vit hava eisini avgjørt dystir, segði ein væl nøgdur venjari eftir dystin í Gundadali.