Eitt álop á samfelagið

Um vikuskiftið varð russiska tíðindakvinnan Anna Politkovskaja myrd í Moskva. Men hvør myrdi hana og hví?

Í gjár komu fleiri hundrað fólk sama í Moskva og St. Pætursborg at minnast Onnu Politskovskaja, sum varð funnin myrd í Moskva leygardagin. Tey duldu ikki fyri, at eftir teirra tykki komu boðini um at myrða ta atfinningarsomu tíðindakvinnuna av ovastu rók í russisku leiðsluni.

Anna Politskovskaja var í ferð við at skriva eina grein um píning í Kekenia, nú hon bleiv myrd. Júst Kekenia hevur verið hennara arbeiðsøki í fleiri ár, og hon hevur fleiri ferðir avdúkað harðligu framferðina hjá russiska herinum har. Hon var víða kend fyri sítt arbeiði, og fyri trimum árum síðani heiðraði norska rithøvundafelagið hana fyri hennara arbeiði fyri tali- og skrivifrælsinum.

-Vit skuldu fáa tilfar frá henni til mánadagsblaðið. Tað var um Kekenia, og hon hevði fleiri avdúkandi myndir haðani, sigur blaðstjóri hennara, Dmitrij Muratov, við sjónvarpið NTV.

Boð úr erva

Nógvir russar, teirra millum fleiri politikarar, siga seg vera sannførdar um, at boðini um at myrða Onnu Politskovskaja komu úr erva í russisku skipanini og kanska úr sjálvum Kreml.

--Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt politiskt morð, og at myndugleikarnir eru uppií, sigur tinglimurin Valerij Borsjtjev.

Ein annar politikari, Aleksander Lebedev, sum eigur í blaðnum, sum Anna Politskovskaja arbeiddi hjá, ivast heldur ikki í, at tað vóru myndugleikarnir, sum góvu boð um at beina fyri tíðindakvinnuni. Hann hevur lovað fimm milliónir krónur í finningarløn, verður drápsmaðurin avdúkaður og morðið uppklárað.

Kreml hevur ongar viðmerkingar gjørt til morðið, men russiska ákæruvaldið ivast ikki í, at morðið hevur samband við arbeiðið hjá Onnu Politskovskaja. Ríkisadvokaturin segði í gjár, at hann fer at kanna morðið.


Álop á samfelagið

Morðið hevur eisini vakt ans uttan fyri russiska landamarkið. Bæði USA og ES hava kravt, at russisku myndugleikarnir kanna málið til botns, og fleiri politikarar í Vesturheiminum siga, at morðið er heilt greitt álop á tali- og skrivifrælsið.

-Morðið er eitt álop á samfelagið, og vit fara at kanna tað gjølla, sigur fyrrverandi sovjetski forsetin Mikhail Gorbatjov, sum eigur í blaðnum, sum Anna Politskovskaja arbeiddi hjá.