Avgerðin hjá WikiLeaks at almannakunngera loynilig skjøl hjá amerikonsku myndugleikunumum máar støðið undan royndunum hjá USA at arbeiða saman við øðrum londum og er eitt álop á heimssamfelagið.
Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton.
-Hesin lekin er ikki bara eitt álop á USA og landsins uttanríkispolitisku áhugamál, men eitt álop á alt heimssamfelagið, sigur hon og leggur afturat, at framferðin hjá WikiLeak setir ósek mannalív í váða og kann forkoma friði millum lond.
Hillary Clinton sigur, at amerikanska stjórnin fer nú at fremja tiltøk, sum skulu forða fyri, at loynilig skjøl verða almannakunngjørd. Talan er fyrst og fremst til at endurskoða verandi skipanir í uttanríkisráðnum og verjumálaráðnum.
-Málið er at bera so í bandi, at lekar sum hesin skulu ikki endurtaka seg, sigur uttanríkisráðharrin.









