Eitt ljós í náttini úr Bangkok

Samstundis sum fólk keypa sær eitt hálsprýði frá hjálparfelagsskapin Nightlight, eru tey við til at stuðla arbeiðinum millum gentur og kvinnur sum arbeiða sum skøkjur í Bangkok í Tailandi.

Føroyingar komu á fyrsta sinni í samband við hjálparfelagsskapin Nightlight í Bangkok í Tailandi á sumri 2006.

Á eini toymisferð hjá Heimamissiónini til Tailand, Kambodia og Vietnam varð steðgað tveir dagar eyka í Tailandi, og tá fingu tey at hoyra um arbeiðið, sum gjørt verður millum kvinnur og gentur, sum arbeiða sum skøkjur á gøtunum í Bangkok.

Hesar kvinnur eru oftast endaðar í hesi ólukkuligu støði ímóti sínum vilja. Sambært almennum tølum eru millum 500.000 og 2,8 milliónir kvinnur á skøkjumarknaðinum í Bangkok, umframt ein hálv millión børn.

Endamálið við arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum Nightligt er at birta eitt ljós í tí annars dapra lívinum hjá hesum kvinnum og gentum, við at royna at geva teimum likamliga, sálarliga og andaliga grøðing, og við at hjálpa teimum fíggjarliga.

Kvinnur og gentur verða bjóðaðar at verða við í eini verkætlan, har tær gera silvurprýði við ymsum sløgum av perlum. Hetta snýr seg um hálsprýði, armprýði og oyraringar. Tá ein keypir smykkurnar hjá Nightlight, er tú beinleiðis við til at hjálpa kvinnum og gentum burtur úr ólukkuligu støðuni, sum tær eru komnar í. 



Pening til útbúgving

Smykkurnar frá Nightligt verða seld í Føroyum av handlinum Logos í J. Nølsøesgøtu í Havn, sum fær vørurnar sendandi beinleiðis úr Tailandi.

Peningurin fer óskerdur til arbeiðið hjá Nightlight, og verður brúktur at rinda fyri útbúgving hjá kvinnunum, so tær hava betri møguleika at fáa arbeiði.

Heimasíðan hjá felagsskapinum Nightligt er nightligth.com og hjá handlinum Logos er hon logos.fo