Nógvar kreftir eiga at verða lagdar í at fáa fólk at flyta heima aftur. Men tað er enn meira umráðandi, at vit ikki styggja fólk av landinum. Vit muga hava ein kappingarføran skattapolitikk, sum er javnbjóðis okkara grannalondum.
Frá tíð til aðra, hevur tað verði ágangur ímóti okkum frá ávísum flokkum og politikarum, við ynski um at leggja ein eyka skatt á DIS´arar. Og nú tað seinastu tíðina er TAKS farið at tulka dupultskattaavtaluna við Norra soleiðis, at NIS´arar eisini hava fingið eina eyka skatta rokning uppá fleiri, fleiri 1000 krónur.
Hesin ágangur má stoppa. Tað kann ikki vera rætt at ein føroyskur yvirmaður, sum siglir saman við einum norðmanni ella dana, skal hava fleiri 1000 krónur minni eftir um mánaðin. Um TAKS ikki broytir tulkingina so má ein nýggja avtalað gerst við Norra beinanvegin. Vit liva og arbeiða á einum altjóða arbeiðsmarknaði, og tí muga vit hava skattaskipanir, sum onnur lond rundan um okkum brúka fyri teirra fólk. Netto hýra má samsvara við hana sum, síðumaður okkum á brúnni ella í maskinrúminum fær.
Um tað er ynski hjá landinum at fáa fatur á nøkrum DIS krónum, so má landið seta seg í samband við danskar myndugleikar fyri at fáa tær. Ikki fara eftir manninum, men bóltinum. Bólturin liggur niðri í Danmark. Skatturin hjá okkum sum sigla við donskum skipum liggur eftir í Danmark, eins og skatturin hjá útlendingum sum sigla við føroyskum skipum liggur eftir í Føroyum.
Tað skal ikki nógv hugflog til at hugsa, at verandi støða fær fleiri úti siglarar til at umhugsa um teir yvirhøvur eru vælkomnir og ynsktir í Føroyum í heila tikið. Hetta er heilt ótrúligt, tá ein kanning fyri nøkrum árum síðani kom til tað úrslit, at tað avleidda virði av okkum umleið 1000 úti siglarum gevur landskassanum omanfyri 600 milliónir, og nú er tað nokk nærri 700. Tað er meir enn blokkurin.
Vit útisiglararnir muga standa saman og verja borg. Royna at fáa systemið og tað politisku skipanna at skilja okkum. Fáa rudda allar misskiljingar av vegnum, at vit ikki gjalda skatt.
Karlot Hergeirsson
Yvirstýrimaður Mærsk Supply Service
Valevni hjá Framsókn