Des. 2000-12-13
Sólmundur Joensen
Eitt land
yvirfylt av skurðgudum
í alskyns
skapum og litum
ymiskir
í sinn og skinn
sat har í díkinum
var eitt við óhumskuna
bað meg
geva sær
ein lítlan vatndropa
gekk framvið
sá, hoyrdi, tevjaði
meg eg hevði ikki stundir
skuldi nakað annað
altíð á ferð
til nakað annað
tó onki dróg meg
til onki
hevði skund
eins og ein orkan
sópar alt undan sær
oyðir alt í øllum
telgdi skurðgudar
yndisligar, fagrar
gjørdi teir livandi
í deyðans dali
í deyðans líki
hesir píningarnir
fylla allan vesturheimin
men við eitt
var gáloysin
dýrabæran skurðgud
eg misti
fór rekandi
oman eftir ánni
út av fossinum
hvarv í dýpið
ein av mínum
materalistiska hugsunnarhátti
fór fyri skeyti
sorgin nívdi fast
tútbrølandi
heim til onki
byrjaði aftur
at telgja skurðgudar
enn fagrari enn áður
fleiri og fleiri
í dagar, vikur, ár
uttan íhald
bleiv so niðurboygdur
eins og ein gjørð
fór á rull
steðgaði ikki aftur
út av fossinum
sama veg
sum skurðgudurin
innar í tómleikan
skurðgudar í øllum líki
hábærsligir og hástórir
gingu aftur
allastaðnar
úr einum stað í annað
og aftur
eins og teir óminnisdrykk
høvdu drukkið
eins og særdir hvalir
aftur á blóðið
eins og støðuvatn-deyðavatn
súrevnistrot
var ikki drekkandi
smakkaði illa
rotinskapur
onki lív
stórar mongdir
og stór hol
styrkin í skurðgudunum
steindeyðir
sóu eins út
bæði í sinn og skinn
sótu altíð
í fremstu røð
á ovastu rók
fekk tað destruktiva hugskot
blaka teir á bláman
og gloyma
byrja av nýggjum
eg dugi jú annað
enn telgja skurðgudar
frameftir skoða
av rennandi løki
drekka
rennur í stríðum streymum
leskiligt drekkivatn
balsam fyri sál og likam
niður at húka
og síðan drekka
stóð har aftur
bað meg drekka
eg játtaði
sá, hoyrdi, tevjaði
tástaðni gav eg
tí tysta
eitt glas
av frískum, rennandi kelduvatni
skurðgudarnir
vóru burturbeindir
vorðnir til beinagrindir
ein vælsigna sæla
tess ásjón geislaði
um allan heimin
tó eftir sótu
gamalmennini
og telgdu sær skurðgudar
jú fleiri og fleiri
sum árini gingu
krøkja seg fastan
í hesar skurðgudar
eins og maður í havsneyð
einasta bjargingarbelti
úr eygum teirra
lýsti tómleikin
tá humanisman
vorðin til materialismu
má eg steðga á
og venda við aftur
byrja av nýggjum
á røttu ljósins leið
materialistiski gudurin
bert eitt í hyggju hevur
hans einasta mál
sprænir eitur
oyðir og leggur alt í sor
men illanstíð
eg reisist á føtur
skoði sólarroðan í eystri
av sonnum
frælsur tá eg verði
eg stóð eftir einsamallur
burtur úr ongum
bleiv nakað
lívið vendi aftur
eg bleiv heilur
óhumskan hvarv
reinleikin fann veg
av sonnum
skurðgudar í mannalíki
ein drepandi sótt
fann meg sjálvan
fekk sálarfrið
hvønn morgun
fyllist av kærleika
Jú sanniliga er
lívið dásamligt, fagurt, spennandi
uttan skurðgudar.










