Eitt lív í ítrótti

Í ár eru liðin 40 ár, síðani Sverre Midjord kom í stjórn Ítróttasambands Føroya, og hevur hann eisini í ár 25 ár á baki sum varaforseti ÍSF

Tað eru nøkur fólk, ið seta sær varandi spor, líka mikið hvat tey so enn takast við. Ikki tí at tey hava ætlanir um at gera vart við seg sjálvi, men av tí at tey við eldhuga takast við ymiskt, ið hevur áhuga teirra. Hetta verður ofta so fastur og stórur partur av lívi teirra, at tey mangan gerast sammerkt við áhugamálini.

Ein av hesum persónum er Sverre Midjord.

Sverre hevur alla sína tíð verið aktivur á ymsum økjum, og álitisstørvini hava verið mong og krevjandi. Hóast aktivur í bæði lokal- og landspolitikki, ágrýtin samfelagskjakari, so er fremsta frítíðaráhugamálið hjá Sverra ítróttin. Ítróttin og ítróttararbeiði hava altíð verið fastgrógvnir partar av lívi hansara, og hevur hann verið virkin í fleiri ítróttagreinum. Sverre hevur m.a. roynt seg í bæði hond- og fótbólti, men tað er tó borðtennis, ið hevur fremsta áhuga hansara. Ikki er ov nógv sagt, at hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur verið lív lagað í Føroyum. Sjálvur var hann ein teirra, ið legði lunnar undir føroyskt borðtennis, og framvegis er hann, hóast farin um tey sjeyti, aktivur spælari. Sum borðtennisspælari er Sverre besta tekin um, at aldurin er ikki nøkur forðan hjá tí, ið hevur hug og vilja at takast við ítrótt. Sverre hevur gjøgnum árini - heilt fram til í ár - vunnið hópin av FM og heiðursmerkjum í borðtennis, men minni kent er kanska, at hann eisini hevur verið føroyameistari í hondbólti við TB í 1953.

Sverre er tvøramaður av heilum huga - eingin ivi um tað. Eingin skal siga nakað um Tvøroyri, ið ikki hóvar honum, so er hann til reiðar at verja heimbýin á einhvønn hátt í orð og tal. Og ítróttafeløgini í heimbygdini hevur hann tænt væl. Borðtennisfelagið hevur hann stjórnað í fleiri umførum, og í TB hevur hann verið virkin. Hann var formaður í Tvøroyrar Bóltfelag frá 1970 til 1972, og var venjari hjá 1.deild árini 1968 til 1971. Annars virkaði hann eisini sum ungdómsvenjari innan felagið í mong ár.

Fyri onkran tykist alskur Sverra til heimstaðið nærkast reinum trábeitni, men tað er tó ikki trongskygni, ið hevur eyðkent Sverra. Hann hevur altíð verið til reiðar at tæna allari teirri føroysku ítróttafjøldini. Altíð til reiðar at taka eitt tak har brúk hevur verið fyri tí, og er tað serliga á fyriskipanaðarliga økinum, at hann hevur gjørt vart við seg innan landsítrótt. Meira enn hálvan mansaldur hevur hann verið virkin í ÍSF, og fyrsta desember eru liðin fjøruti ár síðani Sverre á fyrsta sinni kom í stjórn Ítróttasambands Føroya. Samstundis kann Sverre í ár eisini hátíðarhalda 25 ára starvsdag sín, sum varaforseti ÍSF.

Í starvstíð síni í ÍSF hevur Sverre upplivað og verið partur av nógvum broytingum. Drúgvu ársaðalfundirnar, ið kundu vara fleiri dagar, tí hvørt smámál skuldi viðgerast á sjálvum aðalfundinum. Hetta tí at einstøku ítróttagreinarnar lógu beinleiðis undir ÍSF, og ósemjur um kappingarmál tí eisini vórðu løgd fyri aðalfund ÍSF til viðgerðar. Síðani deildarskipanina, tá skift varð sundur í deildir, ið tóku sær av ymsu ítróttagreinunum. Og so seinni aftur sersambondini, sum nú taka sær av egnum ítróttagreinum.

Menningin innan ítróttina hevur hesi ár verið stór. Talið av ítróttagreinum er økt munandi, og meira enn helmingurin av sersambondunum eru sjálvstøðugir limir í altjóða og millumtjóða ítróttasamgongum. Stórur dentur hevur verið lagdur á at geva føroyingum høvi at vera við í millumlanda kappingum, og er ítrótt eisini vorðin fast integreraður partur í føroyska gerandisdegnum. Nú eru ítróttakappingar alt árið, og umstøðurnar at íðka ítrótt eru góðar. Ítróttahallir og ítróttavøllir av ymsum slag eru at finna um alt landið, og onkursvegna eru nærum allir føroyingar á einhvønn hátt knýttir at ítróttini. Talið av íðkandi er nú oman fyri 15.000.

Alla hesa broyting, ið er hend innan føroyska ítróttaheimin, hevur Sverre verið partur av og átt sín virkna lut í, og fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Sverre fingið øll tey heiðsursmerki, ið Ítróttasambandið gevur. Sverre hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina.

Ítróttarsamband Føroya heilsar við hesum oðrum Sverra Midjord á 40 ára starvsdegnum tann fyrsta desember. Hjartaliga tillukku og nógv góðynski fyri framtíðina.


Við ítróttarkvøðu

Ítróttasamband Føroyar
Heðin Mortensen, forseti