Elduvík: Eitt av teimum støðunum sum merkti til avleiðingarnar av seinna veraldarbardaga var Klaksvík.
Hjá nógvum familjum vóru hetta ringar tíðir og ein tíð merkt av ótta. Tí vóru ikki onnur ráð at taka hjá mongum, enn at senda børn síni av bygdini, - burtur í eitt meiri trygt stað.
Eitt av hesum støðum var Elduvík.
- Ja, eg kom higar í 1941, og tá vóru nógv onnur børn her, millum annað fleiri úr Klaksvík, greiðir Malvinus frá.
Hann kom her at búgva hjá ommu og abba sínum, og her treivst hann so mikið væl, at hann ofta vitjaði í Elduvík eftir krígslok.
At hann so gjørdist elduvíkingur kom av, at hann fyrst søkti og síðani fekk eitt festi í hesi bygdini, sum hevði verið honum so kær í barnaárunum.
- Og nú eri eg 79, og trívist framvegis væl í Elduvík, sigur hann við einum brosi.
Minkar
Øll hesi árini hevur Malvinus Reyná sæð, hvussu fólkatalið í Elduvík er hækkað, fyri síðani at lækka og lækka uppaftur meiri.
Hinvegin vóru tað tíðir, tá nógv fólk búði her, barnatalið var rimiliga stórt, skúli var í bygdini og fólk trivust. Men í dag er støðan ein heilt onnur.
- Tað er harmiligt at síggja, hvussu bygdin minkar. Tað sær ikki mætari út, enn at bygdin er við at doyggja út, tíverri, sigur hann harmur á málinum.
Sjálvur fær hann gerandisdag sín at ganga heima við hús, saman við konuni Johannu og frítíðarítrivi sínum, serliga seyðinum.
- Hetta er ein sera vøkur bygd, serliga um summarið, slær hann fast.
VITJAN
Tað er ikki fyrrenn í nýggjari tíð, at koyrandi varð millum Funningsfjørð og Elduvík. Vegurin varð asfalteraður í 1978, í samband við eina drotningavitjan. – Eg frætti um hetta, og ringdi beinanvegin til Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing og segði honum, at vit máttu leggja asfalt á vegin áðrenn drotningin kom higar. Og tá hon so kom, koyrdi hon eftir asfalteraðum vegi, sum hevur hildið síðani, sigur Malvinus Reyná, sum m.a. hevur arbeitt á Skála Skipasmiðju. – Tað var bara eitt eygablikk at koyra hagar, serliga eftir at vit fingu tann asfalteraða vegin, sigur hann
SEYÐURIN
Eitt av stóru áhugamálunum hjá Malvinusi er seyðurin, sum gongur í túninum og sum trúfast bíðar eftir hirða sínum. Hann fekk í síni tíð eitt festi í Elduvík, og sum hann í dag hevur saman við soninum Poul Jóhannes. – Hetta dámar mær sera væl, sigur hann
REYNÁ
Hyggur tú í telefonbókina sæst, at Malvinus Reyná býr Undir Reyni 8 í Elduvík. Orsøkina til navnið fær hann staðfest hvørja ferð, hann fer út gjøgnum høvuðsdyrnar, tí omanfyri sethús hansara, uttast í bygdini er landslagið merkt av hesum. Sjálvt eftirnavnið kemur av lítlu ánni, ið rennur beint við sethús hansara.