Ársins Virki
Vaðhorn á Strondum er eitt lítið fiskavirki. Men tey,sum arbeiða har, eru sera dugnalig.
Tað fingu tey prógv fyri fíggjadagin.
Tá varð Vaðhorn valt til ársins virki 2003
Tað er Vinnuhúsið sum velur ársins virki. Og hesuferð varð enntá ongin ivi um, at Vaðhorn skuldi hava heiðurin í ár.
Vinnuhúsið hevur lagt dent á, at velja eitt virki, sum hevur havt eitt gott fíggjarligt úrslit og sum er sterkt og støðugt.
Hini árini hava tað verið stór virki, sum hava fingið heiðurin at kalla seg ársins virki. Men í ár er tað eitt lítið, sum legði øll hini afturum og fór við heiðrinum og æruni.
Vinnuhúsið heldur, at Vaðhorn er eitt virki, sum við ógvuliga hepnari hond hevur lagt seg eftir at virka eina serliga vøru
Tað er onki nýtt, at nógv virki í fiski- og alivinnuna í Føroyum hava góð úrslit einstøk ár.
? Men tað eru fá virki, sum eftir støddini hava eitt so gott rakstrarúrslit at vísa á, ár eftir ár, sum Vaðhorn Seafood á Hulki á Strondum.
? Góðu úrslitini stava ikki frá, at virkið hevur funnið eitt loynimið, sigur Vinnuhúsið.
Heldur er uppskriftin, at tað hevur lagt seg eftir at gera eina serliga vøru til nakrar úrvaldar keyparar. Og eftir hesum hevur virkið lagt alt sítt virksemi til rættis.
? Virksemið hjá Vaðhorn er lagað eftir ynskjunum hjá kundunum, og við einum nútímans hugtakið kann virkið sigast at vera eitt ?just in time? saltfiskavirki.
? Virkið hevur dugað at bygt upp eitt dygt samstarv við útlendskar keyparar og tað hevur dugað at laga innkeyp og framleiðslu eftir teirra eftirspurningi. Og so hevur tað dugað at hildið fast í teir góðui keypararnar.
Gingið á odda
Saltfiskur er ein gomul siðbundin vøra, men tey hava verið mong, sum spáddu at henda vøra fór at fara í søguna.
? Men føroysku virkini, har ímillum Vaðhorn, hava gingið á odda at endurnýggja øll liðini í hesi vøru, heilt frá rávøru til keypara, so at hon hóskar til nútímans brúkaran.
Og framum nakran hevur Vaðhorn dugað at fingið fíggjarlig úrslit burtur úr tí sera góða umdømi, sum føroyski saltfiskurin hevur á marknaðunum í Suðurevropa.
Samstundis hevur Vaðhorn eisini havt hegni at tryggja sær tað neyðuga gjaldføri til keyp, virking, goymslu og flutning.
? Úrslitið hjá virkinum fyri hvørt kilo av ráfiski skarar framúr, sammett við onnur fiskavirki, og dómsnevndin hjá Vinnuhusinum sigur tí, at hon ivaðist sostatt ikki í at velja Vaðhorn Seafood til ársins virki 2003.
Tríggjar treytir
Nú Vinnuhúsið fyri nøkrum árum síðani gjørdi av at velja ársins virki einaferð um árið, eru nakrar treytir settar upp, sum ársins virki skal lúka.
Treytirnar eru hesar:
1)Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning
tøknifrøði, útbúgving, ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava
viðført menning og vøkstur.
2) Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt
úrslit seinastu árini.
3) Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki.