Borgarstjórin í Havn heldur, at formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu hevur framt eitt lúsut og skammiligt álop á seg. Heðin Mortensen er alt annað enn fegin um, at Jógvan Arge í gjárkvøldið segði, at Tórshavnar kommuna skal halda seg burtur frá Ólavsøkukonsertini, sum kommunan annars hevur yvirtikið frá Futt.
Heðin Mortensen sigur, at tað hevur verið arbeitt leingi við hesari ætlan.
- Hetta var ein roynd at skapa nakað betri, sum verður eftirmett og broytt eftir tørvi um neyðugt. Jógvan Arge segði einki. Men bara tá. Tí nú nøkur fá hava sett sær fyri at skapa eina seinkaða øsing í miðlunum var tað opportunt at leypa á borgarstjóran í einum skitnum álopi beint undan ólavsøku. Eitt lúsut og skammiligt álop, sigur Heðin Mortensen.
- Tórshavnar kommuna hevði eitt stórt fíggjarligt upptak eftir Asfaltkonsertina og ólavsøkukonsertina í fjør, sum FUTT stóð fyri. FUTT meldaði bart út, at felagið mátti hava enn meira fígging frá kommununi, sigur hann.
- FUTT skyldaði eisini undirveitarum og tónleikarum nógvan pening. Kommunan tók sær tíð at hugsa seg um. Kommunan valdi ólavsøkuna framum og avlýsti Asfalt heldur enn ólavsøkukonsertina. Ja, Jógvan Arge, kommunan tók um endan og valdi at lata sólina skína á ólavsøkukonsertina, og tá var einki mótmæli at hoyra frá tær, sigur Heðin Mortensen.
- Tað er tí dekan ov opportunt av Jógvani Arge nú í evstu løtu undan ólavsøkukonsertini at leggja á meg fyri at elva til fløkju, klandur og óneyðugar útreiðslur fyri kommunukassan, tá ið hann fullvæl veit, at eg júst havi gjørt tað øvugta í hesum máli, sigur borgarstjórin.