Eitt løgi úrslit

Sambært Kára P. Højgaard er nýggja samgongan eitt úrslit av løgnu gongdini, ið hevur verið í føroyskum politikki seinastu tíðina

Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins meinar, at støðufesti er týdningarmesta málið í føroyskum politikki í løtuni, men dylur ikki fyri, at hann er ovfarin at ABC flokkarnir, sum kastaðu frá sær áðrenn jól og seinni royndu at semjast aftur, nú skulu vera førir fyri at skipa samgongu.

- Fyrst vil eg ynskja Kaj Leo Johannesen til lukku. Hann er ein óroyndur men reellur politikari, sum helst fer at vaksa við uppgávuni, og sum størsti flokkur er tað náttúrligt, at Sambandsflokkurin fekk løgmann. Men eg havi ilt við at skilja at hesir flokkarnir nú skulu kunna samstarva, sigur Kári P. Højgaard.


Samstarvsavtalan

Eisini er hann sera vónbrotin av samstarvsavtaluni, sum Sjálvstýrisflokkurin gjørdi við CHE-samgonguna.

- Vit góvu CHE-samgonguni ein møguleika. Vit vistu at vit stóðu sterkir til at møguligt nýval, men valdu at geva teimum eitt tilboð. Teir tóku av, men brúktu tað ikki til nakað. Síðani vit fóru í tað samstarvið, hava vit bert hoyrt frá samgonguni tríggjar ferðir, og tað er á ongan hátt nøktandi, tá vit vóru í henni í ein heilan mánað, greiðir formaður Sjálvstýrisfloksins frá.

- Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki roynt at snikka aðrar samgongur saman, tí tá flokkar eru farnir til realitetssamráðingar burdu teir fingið frið, sigur Kári P. Højgaard um luttøkuna hjá teimum í hesum samráðingarumfarinum.

Tó er hann fegin um at ein samgonga nú er, tí kanska hendan kann skapa stabilitet, og tað metir hann ikki tað hava verið seinastu átta mánaðirnar.


Mugu vísa styrki

Sambært Kára P. Højgaard, hevur Føroyar í løtuni ein trupulleika, har tað ikki ber til at gera alt.

- Vit eru í einari støðu, har búskapurin ikki gongur so øgiliga væl. Tí mugu politikararnir leggja dent á at prioritera rætt, og ikki gera hesar stóru ætlanirnar við tunlum og so framvegis, sigur Kári P. Højgaard.

Eisini leggur hann dent á, at samgongan má stýra við hepnari hond, tí tað gevur trupulleikar, um tað ikki er. Men leggur afturat, at Sjálvstýrisflokkurin ikki verður ímóti, bara fyri at vera ímóti.