Poliitið í Klaksvík klórar sær í høvdinum um innbrotið, sum sunnunáttina varð gjørt heima hjá Bergtóru Poulsen á Kósini í Klaksvík.
- At bróta inn í eini hús, fara undir brúsuna, leggja undirbuskur og hosur eftir seg og so taka øll seingjarklæðini í húsinum. Hatta er løgið, sigur Hans Djurhuus.
Tað er greitt, at maðurin, sum hevur verið inni í húsunum ta náttina, hevur givið sær góðar stundir og er farin um alt húsið.
Eisini er greitt, at maðurin hevur skorið seg i armin, blóðspor eru um alt húsið.
Hans Djurhuus sigur, at beinanvegin, sum innbrotið varð meldað, fóru politistar runt í býnum at spyrja seg fyri, og teir hava eisini kannað, um onkrir av kendu kúllunum hava skorið seg.
Enn er politiið ikki komið fram á nakað ítøkiligt prógv, sum sigur, hvør framdi hetta løgna innbrotið.