Eitt kvøld við "Bonderøven" í Østrøm

Vit hava sæð, hvussu hjúnini við børnum liva í gerandisdegnum, har tey dyrka jørðina og fáa matin til vega við støði í gamlari siðvenju.

Nú verður eisini høvi at møta Frank Erichsen, sum vit kenna úr kendu donsku sjónvarpssendingini, "Bonderøven", í Østrøm í Havn.

 

Í annaðkvøld - mánakvøldið 16. oktober klokkan 19.30 - heldur Frank Erichsen fyrilestur í Østrøm um lívið hjá sær og familjuni á Kastaniegaarden.

 

Í hesum tíðum, har nógv liva eitt lív, har rákið er at vera við í øllum, hava stór hús og materiel ting, kundi verið hóskandi at spurt, um tað nú er tað góða lívið.

 

Bonderøven fer at greiða frá, hví hann og konan hava valt at liva eitt lív, har fremsta málið er sjálvbjargni.

 

Vit hava í sjónvarpinum sæð, hvussu tey liva í gerandisdegnum, dyrka jørðina, fáa matin til vega við støði í gamlari brúkbarari siðvenju.

 

Tiltakið í Østrøm, sum byrjar klokkan 19.30, verður væntandi liðugt um 22-tíðina, og tað er fyritøkan bituff, sum skipar fyri.