Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn í eitt korter, tá Dinamo Bukarest spældi grannauppgerð móti Steaua Bukarest í steypakappingini í Rumenia.
Føroysi landsliðsspælarin hevur verið sjúkur seinastu vikuna, men var tøkur aftur til dystin í kvøld. Hann kom á vøllin, tá 79 minuttir vóru spældir.
Dysturin endaði 0-0. Returdysturin verður 20. apríl.










