Heilt tíðliga í morgun var politiið úti á vegnum og máldi ferðina hjá bilunum.
Ein bilførari koyrdi so skjótt, at koyrikortið varð tikið frá honum á staðnum. Ferðin var 102 km í tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferðin var 50 km um tíman. Hetta var norðan fyri Havnina.
Tveir bilførarar fingu fyrrapartin Millum Fjarða treytaða frádøming av koyrikortinum. Ferðin hjá teimum var ávikavist 115 og 118 km um tíman.