Mikukvøldið hin 8. november varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum Staðnum í Vestmanna, tá bygdarráð, leiðsla og starvsfólk fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð-ætlanini.
- Hetta tiltak markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðnum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu aldurbólkurin 6. flokkur á besta hátt kann verða samantvinnaður við virksemið hjá ungdómshúsinum.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu - www.vestmanna.fo
Sagt verður, at við evninum “Mentan sum klekingaramboð” legði kvøldið dent á at birta undir skapandi og menningarligu evnini hjá teimum ungu.
- Hetta var eitt kvøld á tremur við felagsangi, list og spølum, har børnini fingu møguleikan at royna ymiskt virksemi, sum Staðið hevur at bjóða.
Lagt verður aftrat, at vónandi gav hetta kvøldið teimum eitt festligt innlit í, hvussu tey kunnu brúka mentan, sum ein hátt at menna seg sjálvi og sínar førleikar.
Endamálið við tiltakinum var ikki bert at skapa ein stuttligan og tryggan karm fyri børnini, men eisini at geva teimum eitt grundarlag at byggja á í teirra persónligu og kreativu menning.
- Vit trúgva, at gjøgnum kreativt virksemi kunnu børn læra, veksa og finna sítt pláss saman við hinum aldurbólkunum, sum brúka Staðið regluliga, men sanniliga eisini í lokalaumhvørvinum og samfelagnum frameftir.
Og síðan verður sagt soleiðis:
- Vit vóna, at hendan nýggja tilgongd vil verða við til at styrkja mentanarliga tilvitið og kreativu evnini hjá okkara ungu og geva teimum eitt størri úrval av frítíðaryrkum, sum tey kunnu takast við til dagliga.
Staðið í Vestmanna er ungdómshús fyri ung úr 6. flokki til og við 18 ár. Her kanst tú hugna tær við tónleiki, sjónvarpi, spæla pool, borðspøl, playstation, borðfótbólt, borðtennis oog ymiskt annað.
Staðið er opið er frá týsdegi til hósdag frá klokkan 18 til 22 og fríggjakvøld frá klokkan 19 tll 01.











