Har var ein bilførari tikin fyri at koyra 80 km um tíman í bygdum øki, og tað gav honum eitt klipp í koyrikortið.
Í Havn var eitt ferðsluóhapp á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Ein bilur, sum kom av Hvítanesvegnum koyri ov langt fram, so hann stoytti saman við ein, sum skuldi eftir Ringvegnum. Men har var bara materiellur skaði, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Millum Fjarða koyrdi ein bilførari á ein seyð, sum mátti avlívast.
Í nátt hevur verið friðarligt hjáløgregluni, og tey hava einki frætt um vindskaðar.