Eitt klipp í koyrikort og ein koyrdi ávirkaður

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan havt rættiliga nógv fyribyrgjandi átøk

Ein bilførari fekk fríggjadagin klipp í koyrikortið, tá hann gjørdi eina óforsvarliga yvirháling á landsvegnum á Sundi. Tað var ein bilførari, ið meldaði bilføraran, sum yvirhálaði.

Tað frættist úr døgnrapportini hjá løgregluni um vikuskiftið.

Vaktleiðarin sigur í morgun, at løgreglan hevur havt nógv fyribyrgjandi áktøk, sum tað verður kallað. Tað snýr millum annað um, at løgreglan er til staðar við skúlar, sum tey vóru fríggjadagin og aftur í morgin, at tey hava verið sjónlig í náttarlívinum, hava vitjað á verthúsum og so framvegis. Men har var sambært vaktleiðaranum gott skil á allastaðni.

Norðfestivalurin á Viðareiði hevur givið løgregluni nakað av arbeiði, men í morgun eins og í gjáramorgunum hevur vaktleiðarin góðan hug at rósa samarittunum fyri at hava gjørt eitt megnar arbeiði.

– Tey hava hjálpt fólki einar 40 ferðir.

Í gjáranáttina var ein bilførari steðgaður í miðøkinum og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Bilførarin hevði eisini ein mola av hassji í bilinum, og tað fær hann eisini eina eyka skuldseting fyri.

Um vikuskiftið hava eisini verið 29 uppkall til alarmsentralin, har fólk biða um hjálp til ymiskt.