Eitt keðiligt farvæl

Stjørnuskotið hjá FCK var í ringum hýri, hóast hann í ár hevur fingið sítt stóra gjøgnumbrot, er seldur til týskt topplið og er komin á danska landsliðið

Ein av stóru profilunum hjá FC Keypmannhavn í hesum kappingarárinum hevur verið ungi Christian Poulsen, sum fyri einum ári síðani var eitt ókent fótbóltsnavn.
Hann hevur rættiliga gjørt vart við seg í hesum árinum, og hann hevur eisini fingið ein gyltan sáttmála við týska stórfelagið Schalke 04, har hann skal spæla eftir summarferiuna.
Christian Poulsen er eisini komin á danska landsliðið og er millum kosnu spælararnir, sum skulu umboða Danmark í HM-endaspælinum, sum byrjar síðst í mai mánaði.

Einki gull
Hóast tað hevur gingið strúkandi hjá miðvallarspælarunum í ár, var hann keddur um støðuna, tá hann kom av vøllinum sunnudagin.
? Hetta er eitt stórt vónbrot. Sjálvandi hevur tað gingið væl hjá mær í ár, men júst nú eri eg bara keddur um, at vit ikki vunnu dystin í dag, segði Christian Poulsen.
? Vit spæla ikki okkara besta dyst í dag, men vit eru tað betra liðið og høvdu uppborið sigurin. Marginalarnir eru ímóti okkum, vit verða snýttir fyri tvey brotsspørk, og nú mugu vit ásanna, at vit vinna einki gull í ár, segði hann.