Skipakeyp
P/F Christian í Grótinum í Klaksvík hevur nú keypt teir fýra ísfiskatrolararnar, sum Føroya Banki í fjør heyst keypti á tvingsilssølu. Hetta eru skip, sum vóru undir hattinum hjá Maru Seafood, har Jóhan Páll Joensen er stjóri. Tveir aðrir ísfiskatrolarar, Navarin og Borgarin, fóru undir hamaran um somu tíð, sum hesir fýra, og teir eru síðan seldir til Suðuroyar.
Tá suðuroyingar keyptu Navaran og Borgaran, skiltist, at Føroya Banki samstundis seldi felagnum TG Fish fiskidagarnar hjá einum skipi aftrat.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, vil ikki uppplýsa, hvussu nógv teir hava keypt teir fýra ísfiskatrolararnar fyri. Hann ásannar kortini, at skipini eru keypt nóg dýr, sum hann tekur til.
Spurdur, hvussu nógvar fiskidagar hesi fýra skipini eiga tilsamans, sigur reiðarin:
- Talan er um tvey vanlig loyvi – og tvey smærri loyvi. Samlaða talið av fiskidøgum hjá øllum fýra skipinum er stívliga 400.
Kristian Martin sigur, at upp á sikt eru hesir 400 dagarnir ikki nóg mikið til lønandi rakstur.
- So, vit fara at arbeiða við ymiskum møguleikum. Ein er, at vit møguliga kunnu útvega okkum eyka fiskidagar, ein annar er samstarv við aðrar, og ein triði er, at onkur av skipunum ikki fara á fiskiveiði. Allir møguleikar eru opnir. Nú hava vit keypt skipini, og nú verður farið hyggja at, hvørjir møguleikarnir eru.
Reiðarin í Klaksvík dylur ikki fyri, at keypið av teimum fýra ísfiskatrolarunum er teirra íkast til at fáa Kósavirkið, sum seinastu mánaðirnar hevur verið stongt, latið uppftur.
- Jú, tað er eingin loyna, at hetta er okkara íkast til, at virkið verður latið uppaftur, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Spurdur um manning, sigur reiðarin, at teir longu hava verið í samband við tveir av skiparunum, sum vóru umborð á ísfiskatrolarunum, ið Maru Seafood áður átti.
- Hesir báðir eru til reiðar at koma umborð aftur, og tað verða teir, sum koma at seta restina av fólkinum.
Kristian Martin ásannar, at manningin er altavgerandi fyri, at samanhangur fæst í skiparaksturin.
- Nú vóna vit bara, at fiskiskapurin heldur sær, og at oljan ikki rýkur uppaftur.
Reiðarin væntar, at tey fyrstu tvey skipini, Fjalshamar og Nónhamar, kunnu loysa um ikki so langa tíð, meðan Safir og Smaragd í fyrsta lagi skulu hava klassapappírin upp á pláss.
- Tað fer at kosta okkum nakrar miljónir at gera skipini klár til fiskiskap, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.









