Eitt kappingarmenniskja burturav

Hann er ein myndigur maður. Siðiligur aftrat og hevur viljan til at vinna, eitt kappingarmenniskja burturav. Soleiðis lýsir Jens Martin Knudsen, málmansvenjari á landsliðnum Jákup Mikkelsen, sum var hansara argasti kappingarneyti í fleiri ár

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Báðir vóru teir við í 1988 í Íslandi, tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi sín fyrsta altjóða skrásetta dyst. Teir eru somuleiðis báðir við í morgin, tá Føroyar spæla sín altjóða dyst nummar 131. Jákup Mikkelsen sum málverji og Jens Martin Knudsen sum málmansvenjari,
Men í 1988 var Jens Martin Knudsen fyrsta val at verja føroyska málið. Tað var hann eisini sjey ár fram, so tað gekk rúm tíð, áðrenn Jákup Mikkelsen spældi sín fyrsta landsdyst.

Hevur verið drúgvur
– Hann hevur verið ein av teimum drúgvu. Í Íslandi í 1988 var hann heilt ungur og eykamálverji hjá mær sjálvum. Hetta var í harðari kapping við fleiri aðrar góðar mans, so longu tá vísti hann og vistu vit, at hann hevði dygdir, greiðir Jens Martin Knudsen frá. Hann er í dag málmansvenjari hjá føroyska landsliðnum. Tá hann gavst tók Jákup Mikkelsen yvir, men í annaðkvøld gevst Jákup Mikkelsen eisini.
– Hann hevur havt eitt høgt botnstøði og verið ógvuliga støðugur. Fyri tað mesta hava hansara avrik verið langt yvir miðal, sigur Jens Martin Knudsen, tá hann lýsir avrikini hjá Jákup Mikkelsen á vøllinum.
Har hevur hann havt øgiligan týdning – ikki minst tey seinnu árini, tá Jákup Mikkelsen gjørdist liðformaður. Jens Martin Knudsen ivast ikki í, at hetta var ein púra røtt avgerð at taka.
– Hann er ein myndigur maður. Siðiligur aftrat og hevur viljan til at vinna, eitt kappingarmenniskja burturav. Jákup hevur alt, ein liðformaður skal hava, metir Jens Martin Knudsen.

Herfølge gjørdi munin
Tað gingu tó nógv ár, áðrenn Jákup Mikkelsen kom so langt. Men hann var áhaldin og vann at enda plássið millum stengurnar á landsliðnum.
– Hann hevur verið øgiliga svangur. Hann bleiv eisini við og valdi at fara niður at spæla. Tað var avgerandi, tí varð hann verðandi í Føroyum, hevði hann helst verið verðandi nummar tvey. Men í Danmark uppbygdi hann ein form og eitt navn sum gjørdi, at hann slapp framat. Tíðin í Danmark var avgerandi fyri hann, heldur Jens Martin Knudsen.
Tað var eisini eftir skifti til Herfølge, at Jákup Mikkelsen fekk sín fyrsta landsdyst. Síðani varð kappingin millum hann og Jens Martin ógvuliga hørð.
– Tað var ógvuliga intenst. Eg hevði sjálvur míni góðu ár tá spældi í Íslandi og Skotlandi, og tá var kappingin øgiliga hørð og jøvn. Men tað hevur tó ongantíð ávirkað okkara vinarlag ella virðingina fyri hvørjum øðrum. Talan var um eina sunna og góða kapping, sigur Jens Martin Knudsen, um fyrrverandi kappingarneytan og liðfelagan.

Ávirkar ikki fyrireikingar
Seinastu árini hevur Jens Martin Knudsen verið málmansvenjari hjá Jákupi Mikkelsen. Í morgin er tað seinasta ferðin, at hann hitar Jákup Mikkelsen upp. Hetta ávirkar tó ikki teirra fyrireikingar.
– Nei, á ongan hátt. Fyri hann er tað sjálvandi nakað øgiliga serligt, men tað hugsa vit ikki um í løtuni. Tað verður helst, tá dysturin er av, sigur Jens Martin Knudsen, sum tó viðgongur, at tað verður nokk spesielt, tá Jákup Mikkelsen ikki er partur av landsliðnum longur.
– Tað verður tað. Jákup hevur jú verið við allan vegin. Men fyri hann er tað helst absolutt rætta tíðspunkti at gevast. Hann ger tað, meðan hann framvegis kann vísa eitt ótrúliga høgt støði, sigur Jens Martin Knudsen.