Eitt hugskot at privatisera Menningarstovuna

Nú Menningarstovnan verður løgd undir Vinnumálastýrið, vísir Olaf Olsen á aðra loysn, sum er at lata privata vinnulívið yvirtaka stovnin. ? Eg skilji væl tað gagnliga í samanleggingini fyri ein part, men eg eri bangin fyri at ov nógv dettur niður fyri, sum higartil er bygt upp, sigur vinnulívsmaðurin

? Tað góða við Menningarstovuni higartil hevur verið, at hon hevur verið mett sum eitt millumlið millum almennu og privatu vinnuna. Eg eri bangin fyri, at verður stovnurin lagdur undir Vinnumálastýrið, verður hann bara almennur.

Tað sigur Olaf Olsen, sum hevur verið formaður í stýrinum fyri Menningarstovuna, og hevur innlit í virkseminum á stovninum.

Hann stúrir fyri at viðskiftafólkini ikki fara at brúka stovnin, á sama hátt sum áður. Tað situr fast í teimum flestu privatfyritøkum, sum brúka Menningarstovuna, at verður hann lagdur undir tað almenna, fer hann í høvuðsheitinum bert at røkja almennu áhugamálini, og at hann ikki verður óheftur á sama hátt, sum stovnurin er í dag.


Privata vinnan fer ikki at brúka stovnin

? Menningarstovan er best til at leggja til rættis framsýningar o.a. uttanlands, og tað kann eins væl gerast frameftir, men privatfyritøkur fara ikki at venda sær til hansara. Tí eri eg bangin fyri, at hann bara hvørvur, sigur Olaf Olsen.

Kortini skilir hann væl ætlanina við samanlegging, fyri at rationalisera og viðvíkjandi tilrættislegging av framsýningum, men stovnurin hevur so nógv annað at taka sær av. Tað verður pettað sundur.

? Eg sigi ikki, at t.d. virkisskráseting ikki kann nýtast av teimum privatu. Annað er tá ein persónur hevur brúk fyri hjálp til eitt projekt, og skal hava ráðgeving og vitan, eins og møguleikar fyri at fáa fígging. Tá er samanleggingin ikki gagnlig, um henda ráðgeving verður partur av einari stórari, almennari eind.

? Tá vænti eg at smærri virkir kenna seg maktarleys í stóru skrivstovuumhvørvinum, sigur Olaf Olsen.


Privatisering ein loysn

? Hevði tað verið ein loysn at privata vinnulívið stovnaði sína menningarstovu?

? Tað kundi verið skilagott, men royndir við Ídnaðarstovuni í sínari tíð vístu, at hon var ov tung at reka. Tað kann kortini hugsast, at møguleikar eru fyri, at privata vinnulívið í dag kundi røkt slíka uppgávu, sigur Olaf Olsen.

? Tað mótsetta kundi eisini verið, at tað almenna tók Menningarstovuna burtur úr umsitingini, og at tað privata tók yvir. Tað hevði kanska verið best, sigur Olaf Olsen.