Mikukvøldið 7. november skipar Roðin, sum er økistænastan fyri Skálafjørðin, fyri hugnaløtu í Løkshøll. Kvøldið, ið er ætlað fólki, sum eru 67 ár og eldri – og teirra avvarðandi - byrjar klokkan 19, og tiltakið varar til klokkan 20.30.
Tað verður leiðarin fyri økistænastuna fyri Skálafjørðn, Jóngerð Guttesen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer stýrisformaðurin, Torbjørn Jacobsen, at siga nøkur orð. Henning Bøgesvang fer at hugleiða um at “Ældes med ynde”, og ungdómskórið í Gøtu kirkju fer at syngja.
Tey, sum standa aftan fyri tiltakið í Løkshøll mikukvøldið, siga, at fyrioterapeutar eisini fara at kunna um venjingar í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála, og óføri harmonikuspælarin, Jóannes S. Hansen, fer at spæla undir til felagssang.