Ólavsøkuróðurin skal savna familjuna á ólavsøku. Tað hevur Áhugafelagið ólavsøkuróður sum stavnhald og hevur gjørt eina sera spennandi skrá fyri róðurin í ár. Umframt kappróðurin vera fleiri sølubúðir fram við sjóvarmálanum, og ein heilt nýggj uppliving er eitt 1000 fermetra stórt barnaland, sum í røttum róðraranda hevur fingið navnið Homluland og verður fyriskipað á bryggjuni við Havnarskrivstovuna, beint við róðurin.
Homluland er back to basics. Her verður skapt eitt einfalt umhvørvi, har børn sleppa at spæla og fordjúpa seg í leiki og smáum kreativum verkstovum. Tey kunnu t.d. læra at bregda homlubond at brúka sum vakrar hárlokkar, og tey kunnu perla, klattra, hoppa band, lakka paradís, krita, blása sápubløðrur, koyra mánabil og annað mangt. Í Homlulandi verður eisini ein rættiligur róðrarbátur til børnini at dreymarógva í, og nøvn verða sett á ymsu lutirnar í bátinum, so at børn og vaksin kunnu lesa um nøvnini á einum føroyskum báti. Allir aktivitetir í Homlulandi eru ókeypis.
Hugskotið at gera eitt back to basics barnaland stavar frá sjálvum kappróðrarbátinum. Tí júst sum í bátinum er einki disko og eingin elektronikkur. Homluland er bara rátt tilfar, hugflog og handakraft.
Fólkameingið kann vera stórt til kappróðurin, og eitt barn kann skjótt blíva burtur í mongdini. Hesum verður ansað eftir í Homlulandi, og børnini fáa tí møguleikan at gera sær eina gullmedalju at hava um hálsin. Á medaljuna verða navn barnsins og eitt telefonnummar skrivað á, so at lætt er at fáa fatur á foreldrunum, um tey missa barnið burtur. Um so verður, verður kunning um barnið givin í hátalarunum, sum varpa út kappróðurin.
Í Homlulandi kunnu børnini eisini keypa sær eina koppakøku og okkurt at drekka, um tey tystast í leiki, eins og tey kunnu keypa sær eina ljósballón. Ja, tú las rætt, eina ballón, við ljósi í! Eisini hesin parturin hevur fingið eina róðrarkrúllu, tí bæði koppakøkur og ballónir hava sama lit sum tey trý kappróðrarfeløgini – reyðar, bláar og hvítar, sum so vakurt skapa tjóðarlitir okkara.
Hugskotið um Homluland er skapt, og til ólavsøkukappróðurin skal tað standa sína fyrstu roynd. Eydnast tað, verður konseptið víðariment, so at tað kann gerast ein fastur partur av ólavsøkuróðrinum.










