Eitt hjartasuff til tey, ið varða av 3 - 2 í Kringvarpinum

Nú tann fyrsta kappingin í FM fyri lið, innan Amboðsfimleik, eftir summarsteðgin er farin aftur um bak, eri eg ótrúliga vónbrotin um, at SVF ikki so mikið gjørdi sær tann ómakin, nú SVF hóast alt vóru í FIMI og gjørdi eitt »innslag«.

At SVF hvørki gjørdu sær tann ómakin at nevna hvørji feløg luttóku, eiheldur at nevna hvussu kappingin hevði hilnast, haldi eg vera átaluvert, og ótrúligani harmuligt, tí hetta skriv.
Kappingin fevndi hóast alt um tveir dagar, við uml. 100 íðkarum!
Eg haldi tað vera sera harmuligt, og eri ótrúligani vónbrotin, tí at fimleikurin, og ikki minst íðkarinir, leiðarnir og feløgini, leggja so nógva orku í, alt fyri fimleikinum at fræma.
Kappingarnar innan filmleikin eru ikki so nógvar, í mun til aðrar ítróttargreinar, tí kundu tær gott havt størri »pláss« í sendingini, tá tær eru.
Til hvørja kapping gera allir Íðkarar, venjarar, stuðlar og fimleikasambandið sítt fyri, at alt skal ganga upp í eina hægri eind.
Tey hava annað uppiborðið.

Við Ítróttakvøðu