Ársins virki
? Hetta er fyrst og fremst eitt herðaklapp til arbeiðsfólkið hjá okkum.
Vaðhorn a Strondum kann ikki sigast at vera eitt stórt fiskavirki. Eini 40 fólk arbeiða á virkinum.
Men hóast tey eru smá, eru tey røsk. So røsk, at Vinnuhúsið hevur valt Vaðhorn til ársins virki 2003.
?Hetta er ein heiður, sum eg eri ógvuliga fegin um, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á virkinum. Og hetta er eisini ein heiður, sum eisini arbeiðsfólkini fegnast um.
Og júst tað heldur stjórin er tað stóra í hesum, at arbeiðsfólkið hevur fingið eina viðurkenning.
?Hetta er eitt herðaklapp til okkara arbeiðsfólk. Tað er ikki so ofta, at fiskafólk fáa eitt herðaklapp fyri teirra arbeiði, so tað fegnist eg um teirra vegna, sigur hann.
Lunnarnir lagdir á Eiðis
Fiskavirking Vaðhorn hevur havt eina umskiftiliga tilveru.
Tað var Petur Reinert, sáli, sum legði lunnar undir virkið norðuri á Eiði seinast í sjeytiáruum.
Seinni varð virksemið flutt inn á Skála, men í kreppuni fór Vaðhorn sama veg, sum næstan øll hini fiskavirkini.
Valið stóð so ímillum at fara upp í Fiskavirking ella at standa uttanfyri.
Vaðhorn kom at standa uttanfyri og flutti út á Hulk, har tað varð endurstovnað í 1995 við nýggjum partaeigarum og einari millión í eginpeningi.
?Og tað má sigast at hava hepnast væl, tí nú er eginpeningurin 21 milliónir.
Jógvan Gregersen sigur, at arbeiðsetningurin er enn tann sami sum hann var tá ið virkið byrjaði seinast í sjeytiárunum, hóast framleiðslan er meiri nýmótans nú, enn hon var tá.
Hann heldur, at ein styrki hjá Vaðhorn er, at tað er eitt virki, sum bara arbeiðir saltfisk.
Tað ger virkið burturúr toski, brosmu og longu.
Men ein fortreyt fyri tí er, at virki kann fara á eina uppboðssølu at keypa akkurát tann fisk, sum brúk er fyri.
Støddin er ein styrki
Stjórin heldur eisini ,at tað er ein styrki, at virkið er so lítið.
?Tað er ikki neyðugt hjá okkum at ekypa fisk, hvørja viku.
Sostatt ber til at laga innkeypið eftir umstøðunum Og so er virkið so lítið, at tað er nógv lættari at stýra framleiðsluni , samstundis sum tað er skjótt at laga virksemið til broyttar umstøður.
?Vit leggja okkum eftir at virka ta vøru, sum keyparin vil hava. Vit hava ein úrvaldan skara av keyparum í Spania og Italia.
Hetta eru ikki so stórir keyparar og teir keypa ímillum fimm og 20 tons hvørja ferð.
Jógvan Gregersen sigur, at tey hava rættiliga gott samskifti við keyparan. Hetta eru viðurskifti, sum í stóran mun byggja á álit, har eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður.
?Àlit ímillum keypara og seljara er grundarlagið undin øllum handli, so tað leggja vit stóran dent á.
Góðu viðurskiftini við viðskiftafólkini bera eisini í sær, at Vaðhorn gongur langt fyri at ganga teimum á møti.
?Ringir eitt viðskiftafólk og vil hava eina ávísa vøru, virka vit hana.
? Afturfyri tingast keyparin sjálvdan nakað serligt um prísin, men rindar tað fyri vøruna, sum vit halda, at vit mugu hava fyri hana.
Men so skal rávøran heldur ikki gloymast.
?Føroyskur saltfiskur hevur sera gott orð á sær. Hann hvítur og tjúkkur og tí er hann ógvuliga høgt í metum hjá keyparunum.
Hinvegin letur Jógvan Gregersen ikki so væl at fiskinum í ár.
?Tað tykist sum um at hann ongantíð er komin fyri seg aftur eftir gýtingina í vár og tað er rættiliga nógvur slánur ímillum sigur hann.
Samstundis er kappingin harðnað so í ár verður úrslitið ikki so gott sum í fjør.
Vaðhorn keypir ímillum 2.500- 3.000 tons av fiski um árið. Burturúr tí fáa tey eini 1.200 tons av saltfiski.
Reisir ein vara í føroyskum vinnulívi
Føroyska KT fyritøkan, Formula Føroyar, hevur gjørt eina skipan, sum hevur vakt áhuga hjá einum av allarstørstu risunum í altjóða vinnulívinum yvirhøvur.Talan er um týsku fleirtjóða fyritøkuni, Siemens, sum nú skal marknaðarføra hesa skipanina hjá føroysku KT fyritøkuni.
Vinnuhúsið heldur, at hetta er størsta frambrotið í føroyskum vinnulívi í ár. Tí hevur Vinnuhúsið kosið samstarvið ímillum Formula Føroyar og Siemens til ársins átak í føroyskum vinnulívi í ár. Hetta varð avdúka á vinnudegnum í Norðurlandshúsinum fríggjadagin.
Í blaðnum í morgin hava vit meiri um tað.










