Eitt óheft net er fortreyt fyri vælvirkandi kapping

TÍÐARGREIN: Fyri 20 árum síðan avtóku landsins myndugleikar monopolið á fjarskifti og lótu upp fyri kapping. Nú komandi løgting møguliga fer undir at skapa fría kapping á el-marknaðinum er vert at læra av royndunum frá fjarskiftismarknaðinum. Hvat hevur riggað væl, og hvat riggar ikki?

(Hendan tíðargrein varð prentað í Sosialinum fyri einum ári síðani og á in.fo 4. september i 2019. Í sambandi við orrustuna, nú leiðslan á Føroya Tele hevur lagt frá sær sum beinleiðis mótmæli ímóti ætlanunum hjá landsstýrinum, hevur lesari biðið okkum endurprentað tíðargreinina, sum Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema, skrivaði)

 

Farna valskeið varð andstøðuuppskot lagt fram um at sundurskilja netið hjá SEV, fyri at fáa fría kapping á el-framleiðslu og el-sølu, og í valstríðnum var hetta eitt heitt evni. Tí er nógv sum bendir á, at nývalda løgtingið skal taka støðu til at lata el-marknaðin upp fyri kapping.

At lata upp fyri kapping kann hava gagnliga ávirkan á brúkaran. Tað er fjarskiftismarknaðurin eitt gott dømi um. Men royndirnar frá fjarskiftismarknaðinum vísa eisini týðuliga hvussu umráðandi ein full ognarlig sundurskiljing av almenna netinum er, um verulig kapping skal fáast at virka á el-økinum.

 

Kappingin hevur fingið okkum fram í oddin
Fyri brúkaran hevur kappingin á føroyska fjarskiftismarknaðinum í allar mátar verið gagnlig. Prísirnir eru farnir støðugt niður og liggja í dag millum teir allarlægstu í vesturheiminum. Samstundis er tænastustøðið hækkað og vit liggja á odda tøkniliga. Føroyski brúkarin kann í dag skifta veitara frá degi til dags, og fáur man ynskja seg aftur til tá monopol valdaði á fjarkiftismarknaðinum.

Orsøkin til stóru menningina er, at dugnalig fólk í báðum fjarksiftisfeløgum hava kýtt seg at ganga á odda í kappingini. Og leiðslurnar hava hvør í sinum lagi tikið djarvar avgerðir og støðugt brúkt stóran part av rakstraravlopinum til nýggjar íløgur í tøkniliga nútímansgerð til tess at standa seg í kappingini.

Fyri vinnuna hevur kappingin merkt eitt betri kappingarføri, og almennar stovnar brúka lutfalsliga minni pening uppá samskiftistænastur so meira er eftir til kjarnutænastur.

Kappingin riggar. Men tó ikki á øllum økjum.

 

Eingin kapping á breiðbandi

Meðan føroyski brúkarin kann velja millum heili tvey 4G farnet í heimsklassa, hevur brúkarin als ikki í sama mun fingið fyrimun av tøkniligu menningini á breiðbandi, sum verður veitt umvegis jarðbundna kopar og fipur infrakervið. Føroyar eru framvegis eftirbátur á hesum øki. 98% av húsarhaldum og stórir partar av vinnuni hava enn internetsamband umvegis koparkáplar, ið ikki geva ta ferð og tann stabilitet sum fipur gevur.

Á breiðbandinum er tað soleiðis ein sannroynd, at bæði prísir og ferð eru verri í Føroyum enn í grannalondum okkara. Í kostnaðarkanningum, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt, er einki sum bendir á, at tað er dýrari at byggja eitt kopar og fipur infrakervi í Føroyum í mun til aðrastaðni. Tískil er okkurt annað á vási.

Hvør er orsøkin til hesa gjógv ímillum heimsklassa tøkni og lágar prísir á loftborna farnetinum og afturúrsiglda tøkni og høgar prísir á jarðbundna infrakervinum?

Frágreiðingin liggur í politisku avgerðini fyri 20 árum síðan um ikki at skilja almenna fjarskiftisnetið fullkomuliga burtúrúr, tá Telefonverk Føroya varð umskipað til almenna partafelagið Føroya Tele.

Úrslitið er at vit í dag ikki hava eitt óheft alment kopar og fipurkervi, men eitt jarðbundið fjarskiftiskervi undir ræði av einum almennum partafelag, sum hvørki rekur netið á alment gagnligum grundarlag ella í kapping við onnur. Úrslitið av hesum er ein markant seinni tøknilig menning og prísmenning á breiðbandi enn hana vit síggja í grannalondum okkara.

 

Bland komið í áhugamálini

Í dag er tað Føroya Tele, sum sjálvt setur heilsøluprísin á jarðbundna fjarskifitskervinum mótvegis kappingarneytum og tekur sær vinning fyri hesar tænastur uttan higartil at hava gjørt tær neyðugu íløgurnar fyri at menna kervið til at fylgja við tíðini.

Nema|Hey rindar hvørt ár yvir 20 milliónir krónur til Føroya Tele fyri atgongd til jarðbundna fjarskiftiskervið.

Hetta at annar av veitarunum rindar tíggjutals milliónir beinleiðis til kappingarneytan, og hin veitarin bert rindar til sítt egna dóttirfelag, hevur framt ein ósunnan marknað har bland er komið í áhugamálini hjá alment gagnliga netfelagnum NET og handilsliga rikna partafelagnum Føroya Tele.

Almenna netfelagið NET verður rikið við yvirskoti, og hetta yvirskot er ígjøgnum árini flutt upp í handilsliga rikna móðurfelagið Føroya Tele heldur enn til at verða brúkt til íløgur í at uppstiga netið til fipur. Bara í árunum 2009 til 2012 vórðu 122 milliónir krónur tiknar úr NET upp í Føroya Tele sum vinningsbýti. Hetta avkast kundi, og átti av røttum, at verið brúkt til at uppstigað infrakervið til gagns fyri alt føroyska samfelagið. Men avkastið frá NET varð brúkt til onnur handilslig endamál hjá Føroya Tele, ið sum alment partafelag virkar í beinleiðis kapping við onnur feløg.

 

Netið má skiljast heilt frá

Royndirnar frá fjarskiftismarknaðinum bera týðulig boð um, at um komandi løgting ætlar at skapa bestu fortreytir fyri kapping á el-marknaðinum, so má ognarrætturin, raksturin og umsitinginin av almenna el-kervinum leggjast í eitt sjálvstøðugt felag, sum virkar leiðsluliga og ognarliga óheft av almenna el-veitingarfelagnum.

Á fjarskiftismarknaðinum er infrakervið ikki lagt í eitt óheft felag, men í eitt dóttirfelag, sum Føroya Tele eigur 100%. Hendan sundurskiljing er ikki nøktandi. Ein fult javnbjóðis kapping verður ikki veruleiki fyrr enn farin er fram ein full sundurskiljing av alment gagnliga netfelagnum NET.

Somuleiðis er full ognarlig sundurskiljing av el-netinum ein fortreyt fyri javnbjóðis kapping á el-marknaðinum. Tað er uttan iva mest umráðandi lærdómurin frá royndunum at skapa kapping á fjarskiftismarknaðinum.

 

Rúnar Reistrup,

Nevndarformaður í Nema|Hey