Seks ferðir var hann í uppskoti, áðrenn avgerðin fall um at lata svenska yrkjaranum Göran Sonnevi Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2006 fyri yrkingasavnið Oceanen. Hetta fekk onkran ummælara at gruna, at dómsnevndin illa fekk gjørt øðrvísi hesuferð. Neyvan hava slík atlit verið tikin í hesum føri, tí valla er ein rithøvundur seks ferðir í uppskoti til eina slíka virðisløna av tilvild, hepni ella misgáum.
Ivin
Meir enn nøkur onnur av Bókmentavirðislønum Norðurlandaráðsins tykist hendan eisini at vera givin fyri eitt heilt lívsskeið sum yrkjari, enn fyri eitt einstakt verk. Ella kanska fyri bæði tvey um somu tíð, tí verkið Oceanen er mest at líkna við eina ævisøgu bæði um yrkjarans lív og yrki og í onkrum fluttum týdningi við eina søgu um ævinleikan.
Tá Göran Sonnevi fyrstu ferð gjørdi vart við seg í 60unum, sóu mong hann sum eitt av fremstu umboðunum fyri tátíðarinnar sonevnda nýeinfeldi innan yrking. Serliga var tað yrkingin Om kriget i Vietnam, sum gav afturljóð í mátanum, bæði stílur og innihald plantaðu seg beint í veruleikan hjá lesarum. Uttan stór orð ella armsveiggj tvinnar yrkjarin hvítkædda kavalandslagið uttanfyri sítt vindeyga saman við Hvítbókina um kríggið í Vietnam, sum USA júst hevði givið út; passivitetin frammanfyri sjónvarpsskíggjanum saman við virksemið hinumegin jørðina.
Í Oceanen er politiska røddin vorðin meir ivandi, og av somu orsøk meir innilig. USA er framvegis í kríggi, hesuferð móti yvirgangi, og tað letur upp fyri spurninginum, hvørt kríggj kann hava nakað gott við sær. Yrkjarin spyr seg sjálvan, um hann átti at farið við í mótmælisgonguna móti krígnum í Irak. Og um hann ger tað, stuðlar hann so harvið stýrinum í Irak? Soleiðis rennir spurningurin um skuld og ábyrgd sum ein marra av iva og ræðslu gjøgnum savnið. Ivin um, nær tú velur rætt og ræðslan fyri at velja skeivt ella als ikki velja og harvið gera alt skeivt, tí tí vildi gera tað rætta.
Havið av ongum og onkrum
Einfaldi málsligi stílurin er tann sami í Oceanen, sum fyri 30 árum síðani. Setningarnir eru fyri tað mesta hvønndagsligir, meðan teir fara bylgjandi niður eftir síðunum uttan punktum men við langum hvítum millumrúmum. Bygnaðarliga er verkið pettað saman av brotum og heildum í skapi av leysrivnum dagbóksnotum lið um lið við nýggjum og eldri dagfestum yrkingum, ið ongantíð hava verið á prenti áður. Rútmiskt er 418 síður langa verkið ein áhaldandi streymur av smáum og stórum bylgjum í eini endaleysari ringrás av gerandisdøgum og heimshendingum, eina løtu smáprátandi um vinir, familju, ein eiturkopp á húðini; næstu løtu sum eldhugaðar viðmerkingar til heimspolitisk stórmál. Allatíðina við myndum av havinum sum eina roynd at skipa tilveruna ella sjálvt verugrundarlagið, sum til dømis tá yrkjarin sigur: Kring havið av ongum er havið av onkrum. Kring havið av onkrum er havið av ongum
Samanhangir uttan heild
Oceanen kann lesast sum ein spennandi skaldsøga, ella í smáum brotum, sum geva nýggja luft eins og stakk tú høvdið upp undan vatnskorpuni. Sum eitt hav av orðum, onkuntíð gruggut, men altíð tvíhaldandi um, at alt er úrslit av einum samanhangi - ikki at mistaka við eina heild, tí slíkar eru ikki til, sambært yrkjaranum
- Tað hevði eisini verið ræðuligt, um so var. Hvørja ferð menniskju halda seg síggja eina heild, gera tey øðrum menniskjum ilt, sigur Sonnevi. Ella við orðunum frá savninum: Envar är / särskild Annars skulle inte något / finnas Dette är Oceanen
Vinnarar av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins seinastu 10 árini:
2005 Sigurjón B. Sigurðsson (Sjón), Ísland: Skugga-Baldur (skaldsøga)
2004 Kari Hotakainen, Finland: Löpgravsvägen (skaldsøga)
2003 Eva Ström, Svøríki: Revbensstäderna (yrkingasavn)
2002 Lars Saabye Christiansen, Noreg: Halvbroren (skaldsøga)
2001 Jan Kjærstad, Noreg: Opdageren (skaldsøga)
2000 Henrik Nordbrandt, Danmark: Drømmebroer (yrkingasavn)
1999 Pia Tafdrup, Danmark: Dronningeporten (yrkingasavn).
1998 Tua Forsström, Finland: Efter att ha tilbringat natt bland hästar (yrkingasavn)
1997 Dorrit Willumsen, Danmark: Bang (ævissøga)
1996 Øystein Lønn, Noreg: Hva skal vi gjøre idag og andre noveller (stuttsøgur)
1995 Einar Már Guðmundsson, Ísland: Englar alheimsins (skaldsøga).