Eitt harðskapsmál í býnum í nátt

Boðaðu frá lítlum eldi á Velbastað

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein lítið bál við barnagarðin á Velbastað. Bálið hevði hug at festa í onkran bygning á spæliplássinum, og tí varð biðið um hjálp. Men fólk á staðnum fingu sløkt eldin, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.

Um náttarlívið sigur vaktleiðarin á politistøðini, at har var friðarligt, men tó so, eitt mál um harðskap var, sum nú verður kannað nærri.